Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvalurin til uppskeringar á Føroya Sjómannadegi

Oliver Joensen

 Tað er ikki bara sum at siga tað, at tiðna ein stóran hval upp úr 24 kuldastigum í 3 kuldastig. Hendan upphitingin fór ígongd ídag fyri at koma á mál leygardagin í komandi viku, tá stóri dagurin Føroya Sjómannadagur er.

Hvalurin skal skerast upp av kønum monnum. Endamálið er at læra ung upp, at skera rætt upp tá grind hevur lagt beinini.

Allir føroyingar, ið hava áhuga í at kunna seg nærri um uppskering av hvali hava gylt høvi til tess á Føroya Sjómannadegi leygardagin 22. august.