Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar er ábyrgdin Jákup

John William Joensen

Heldur enn at svara míni grein, kemur formaðurin í tingbólki Fólkafloksins við nøkrum rættiliga grovum ákærum móti Javnaðarflokkinum.

At hann kallar okkum vinstrasinnaði, er ivaleyst ætlað sum nakað negativt, tí tað er tað jú í teirra umhvørvi, men fyri okkum er tað sera positivt. Takk fyri tað.

Víðari sigur Jákup Mikkelsen, at vit kapprenna undan Ólavsøkupakkanum og vilja sleppa øllum leyst. Hetta er beinleiðis ósatt, tí javnaðarumboðini í landsstýrinum hava ikki ligið á tí latið síðuni, men hava tvørturímóti avgreitt øll síni mál. Tó bíðar Heilsutrygdin, tí Fólkaflokkurin eisini í hesum málið spennur bein.

Ivaleyst heldur Fókaflokkurin , at tað er í lagi, at Jacob Vestergaard í reinari politiskari ómegd ikki hevur loyst málið við Inntøkutrygdini. Hetta ger, at málið við pakkanum er einar 50 mió burtur. Latið okkum skera út í papp, at Fólkaflokkurin kallar tað at sleppa leyst, tá ið man ikki vil mótrokna í fyritíðarpensióni og knokkroyta pensiónistar við at lækka javningina av pensiónunum. So vita vit tað.

Javnaðarflokkurin vil bara hækka skatt og avgjøld, sigur hann. Tað vil siga, at vit skulu fara eftir pensionistum, men ikki eftir teimum breiðastu herðunum. Bankarnir, sum mergsúgva vanliga føroyingin fyri at kunna geva kundum uttanlands nógva ferð betur sømdir enn vinnuni og vanliga sethúsaeigarunum í Føroym, nei teir skulu ikki gjalda til samfelagið av tí vinningi, sum vit hava útvegað teimum. Tey, ið hava høgu inntøkurnar í Føroyum, skulu ikki lata eitt sindur eyka og verða við til at fíggja vælferðina.

Fólkaflokkurin er nú vaknaður og vil vísa ábyrgd við at skerja almenna sektorin. Gott, at teir eru vaknaðir, men tað er nakað seint. Teir vóru við til at lækka blokkin 366 mió í fullveldislandsstýrinum, og teir vóru við til at geva skattalættar fyri aðrar 400 mió uttan at seta nakað ístaðin – hvar var ábyrgdarkenslan tá, kunnu vit spyrja.

At vinstrasinnað altíð fara har sum pengarnir hjá hinum eru, haldi eg er ein sera grov ákæra. Fólkaflokkurin hevur ikki í nýggjari tíð hildið seg aftur, hvørki tá ið tað snýr seg um almennan stuðul til vinnuna ella skattalættar og aðrar fyrimunir til somu bólkar. So tann dagin, tá ið teir fara at siga ja til at lækka almennan stuðul, tá kunnu vit tosað um onnur viðurskifti eisini. Sum er, eru teir tann størsta forðingin fyri at loysa bygnaðarligu trupuleikarnir í samfelagnum. Besta dømi um hetta, er ein totalt fastlæstur fiskivinnupolitikkur, sum Fólkaflokkurin enn umsitur.

Tit skylda Føroya fólki at siga, hvussu og hvar vit síggja ábyrgdafulla
fíggjarpolitikkin hjá Fólkaflokkinum. Vit í Javnaðarflokkinum fáa ikki svarað fyri tykkum, tí vit kenna hann heldur ikki.

Eyðgunn Samuelsen tingkvinna