Í dag er júst eitt ár liðið síðani løgtingsvalið. Henda dagin fingu Føroyar eitt landsstýri, sum lovaði, at allar skeivar avgerðir skuldu fáa avleiðingar. – Men tað hendi ikki.
Í dag er júst eitt ár liðið síðani løgtingsvalið. Henda dagin fingu Føroyar eitt landsstýri, sum lovaði, at allar skeivar avgerðir skuldu fáa avleiðingar. – Men tað hendi ikki.
Í løtuni eru fjølmiðlarnir á gosi um feilir, sum henda í landsstýrinum, men sum ikki fáa nakrar avleiðingar fyri landsstýrisfólkini. – Men hvar er andstøðan? Millum annað tann spurningurin verður reistur í oddagreinini í Norðlýsinum í morgin.
Andstøðan skal halda eitt vakið eyga við landsstýrinum, men lítið hoyrist frá henni.
Landsstýrismálanevndin sum vegna løgtingið skal kanna ymiskt ið fer fram í landsstýrinum, fekk bara eina kæru í farnu tingsetu, og tann kæran kom frá einum privatpersóni. Eingin í løgtinginum hevði nakað illgrunasamt at bera fram fyri landsstýrismálanevndini.
Ein annar møguleiki sum tinglimir hava, er at seta fyrispurningar til landsstýrisfólkini, og eisini kunnu teir gera vart við sína støðu í almenna rúminum. Men framvegis er onkur tinglimur í andstøðuni, sum ikki hevur sett so mikið sum ein einasta fyrispurning í løgtinginum síðani valið, og heldur ikki hevur skrivað so mikið sum eina politiska grein hetta seinasta árið.
Samgongan lovaði at allir feilir skuldu fáa avleiðingar, men í løtuni sær út sum at bæði samgonga og andstøða kunnu væl liva við, at einki fær avleiðingar.




