Teir gjalda tað sama í dag fyri eina nógvar ferðir verri tænastu, nevniliga ferjusambandið um Vestmannasund.
Teir vildu hava ein tunnil og mótmæltu als ikki, tá ætlanin við bummpeningarskipan varð løgd fram. Bara teir fingu sín fyrst, og vit norðingar stuðlaðu teimum fult út.
Teir hava nú fingið undirsjóvartunnilin, og útrokningar vísa, at teir koma at gjalda áleið tað sama sum higartil fyri ferjusamband.
Men nú pakkin er komin, sum avtalað, er hann ikki nóg góður fyri vágamenn. Nú vilja teir hava hann upp á nýggjar treytir.
Soleiðis trúðu vit ikki, at ein kundi fara við øðrum, men nú er tað prógvað.
Skuldu vit heldur havt latið teir hildið fram at siglt um fjørðin, sum t.d. suðringar og vit norðingar eru noyddir at gera?
Har vilja teir so gjalda sama ferðaseðlaprís. Og uttan grenj.
Við vegasambandi undir Vestmannasund hækkar tænastan fleiri hundrað prosent, og úrslitið?!? jú, fleiri hundrað prosent meira grenj og krokudillutár.
Lækkar prísurin ikki, so vilja vit ikki koyra!! Jú, koyrið tit bara sum minst gjøgnum tunnilin, men tað kann so bara økja um tann sokallaða trupulleikan. Jú færri bilar, jú hægri prísir so einfalt er tað.
Álvaratos. Hvar er gølan, sum vágamenn, pressa og loftmiðlar hava blást upp?? Tænastan er hundrað ferðir betri, prísurin tann sami, og vágoyggin er á gosi.
Um illa vil vil, kann slíkur hugburður skaða aðrar líknandi verkætlanir.
Men tað nýtist vágamaðurin ikki at hugsa um, tí nú hevur hann fingið sítt.




