Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar er Innlendismálaráðið

John William Joensen

Hoyrdi í UF í gjár, at fyrrverandi landsstýrismaðurin hevur gjørt alt rætt sambært hansara ráðgeving.

Tað sum er undrunarvert er, at bæði fyrrverandi strandferðslustjórin og løgmaður, umframt føroyingar sum heild, eru á einum máli um, at alt ikki er rætt framfarið.

Er tað tí ikki rætt at venda eyguni á aðalstjóran í Innlendismálaráðnum, sum eftir øllum at døma skuldi havt ráðført landsstýrismannin um, at hetta kann landsstýrismaðurin ikki.

Ella er tað virkuliga so, at teir bert sita har og gera tað sum
landsstýrismaðurin sigur?

/løgfrøðingur

Harleyfacadeacryl