Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar er politikkurin

John William Joensen

Viðmerking til býráðsfundin 30. mai. Tann 26. januar í ár samtykti ein samd samgonga ikki at søkja landsstýrið um stuðul til røktarheimsbygging.

Grundgevingin var at eldraøkið er raðfest í langtíðarfíggjarætlanini við fyrstu avseting í 2008. Eisini varð samtykt at
fáa fund í lag við landsstýrismannin um alternativar møguleikar at loys tørvin á røktarheimsplássum. Hesin fundur hevur enn ikki verið.
Á býráðsfundinum týskvøldið 30. mai varð til viðgerðar, ein umsókn frá Norðoya Ellis- og Vistarheimi um stuðul á 2,5 mió. kr. til útbygging av heiminum. Tá vit sum samgonga nú einaferð hava lagt ein politikk, so var eg ikki sørt bilsin av at man nú samtykti at játta pening til Norðoya Ellis- og Vistarheim.

Hvør hevur ábyrgdina
Tá vit hugsa um at Norðoya Ellis- og Vistarheim er ein sjálvsognarstovnur, sum kommunan onki hevur við at gera, so er tað ógvuliga løgi at Klaksvíkar Býráð játtar at stuðla eini útbygging, tá vit samtstundis vita hvussu illa er statt á sambýlum sum kommunan hevur ábyrgdina av. Eg kann illa liva við at samgongupolitikkurin ikki stingur djúpri enn so. Býráðið hevur stóra ábyrgd innan eldraøkið at nøkta tørvin eins og at fáa umstøðurnar á verandi sambýlum betri.

Ein perla
Norðoya Ellis- og Vistarheim er ein perla í býi okkara. Eitt vakurt og hugnaligt heim. Hetta skuldi av fyrstan tíð vera eitt heim fyri eldri sum enn eru so mikið væl fyri at tey klára seg sjálvi. Av tí at tørvurin er so stórur av røktarheimsplássum, so vera brúkarar við størsta tørvi tiknir inn og av hesi grund virkar vistarheimi sum eitt ellisheim. Hetta húsið fer ongantíð at vera eitt ideelt røktarheim hvussu nógv verður bygt út. Tí haldi eg at kommunan má fáa nøkta tørvin á røktarheimsplássum so Norðoya Ellis- og Vistarheim kann nýtast til tað, sum allatíðina var ætlanin.
Tað er ógvuliga umráðandi at býráðið arbeiðir miðvíst við at útvega røktarheimspláss. Ein tørvslýsing í dag sigur at bráðneyðugi tørvurin á búðplássum  er ímillum 25 og 30 fólk, og hetta vita vit fer at økjast í stórum. Tað tykist ikki sum at samgonuglimir síggja hvussu álvarsom støðan er. Skulu vit loysa henda trupulleikan so kunnu vit ikki handla sum vindurin blæsur.
Tí havi eg sum samgongulimur spurt ovastu leiðsluna hvør politikkur innan eldraøkið verður førdur í framtíðini! Haldi tað er ábyrgdarleyst ikki at føra ein meiri miðvísan eldrapolitikk.

Gunvá við Keldu
Limur í Sosialu Nevnd

Harleywoodpaint