spurdi Kristian Magunussen m.a. undir orðaskiftinum fyri løtu síðan og hann spurdi hvar blaðstjórin í Sosialinum var.
– Eg má siga at eg eri skelkaður yvir hvar pressan hevur verið í hesum málinum.
– Hon hevur als ikki viðgjørt málið men hevur bara einmælt tikið undir við ja-sigarunum.
– Hvar er Jan Muller í hesum málinum? – Hann hevur brúkt alla sína orku uppá at skriva í Sosialinum um at nú skal politiska orðaskiftið lyftast upp á hægri støði – og tikið part við teimum sum ræðast veljararnar útið kring landið.
– Fjóðra statsmakin er í parti við teimum sum stríðast fyri miðsstaðarøkinum.




