Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar er rættvísi?

Líggjas Johannesen

… Vísir hetta ikki okkum, at náttúran stýrir fiskagongdini, og ikki politikarar og fiskifrøðingar. …

Í dag var 2. viðgerð av ásetan av fiskidøgum fyri komandi fiskiár. Fylgdi við orðaskiftinum í dag, og har var mangt løgið at hoyra. Har var sagt, at nú skulu vit verja toska- og hýsustovnin, og dagarnir hjá teimum, sum serliga veiða tosk og hýsu, skulu skerjast við 30%. Har av skal helvtin koyrast í ein “bluffara”.

Men tað var eisini ført fram, at eingin bátur kom at brúka minni dagar komandi ár, og at tað vóru nakrir, sum komu at fáa fleiri dagar.

Hvat var tað nú, ið gerast skuldi? Skuldu fiskastovnarnir verjast? Skulu teir gera tað lættari atkomuligt hjá skipum og bátum, at koma fram at fiskidøgum, og sostatt økja veiðutrýsti? Nei, eg bleiv ikki klókur uppá, hvat ætlanin var.

Men aftur til bluffarin.

Vit hava við M/S Klakkur, síðan fiskidagaskipanin varð sett á stovn, nýtt 164 dagar í miðal um árið!

Í 2013 keyptu vit eitt nýtt skip, og fóru meira á fjarleiðir at fiska. Vóru millum annað í Eysturgrønlandi í inniverandi fiskiári, har vit fiskaðu uppá grønlendskt loyvi, við føroyskari manning og landaðu fiskin í Føroyum.

Soleiðis komu vit at brúka færri fiskidagar á grunninum.

Eftir at vit hava nýtt 164 dagar um árið í 18 ár, so verður ein bóndafangaður.

Nú skal eitt ár afturvirkandi vera tað sum skal nýtast, og bara hetta eina árið.

So nú standa vit við skegginum í postkassanum, og verða útroknaðir við 52,62 døgum, um vit koma fram at hesum bluffara.

Nú tá alt skal rættvísgerast verður tað gjørt soleiðis.

Bólkur 2: óbroytt og ongan bluffara.

Bólkur 3: – 30 % og helvtin fer í ein bluffara.

Bólkur 4 A/B/T: – 30% og helvtin fer í ein bluffara.

Bólkur 5 A/B: – 15 % og ongan bluffara.

Og so verður ofta ført fram, at vit fáa luft, sum er í systeminum, vekk, um vit skerja.

Hvar er mest luft í? Jú, í bólki 5. Her verða ca. 50% av døgunum brúktir í ár, og ongin bluffari.

Hvat er tað, ið teir vilja? Verja toska- og hýsustovnin? NEI.

Fara teir eftir luftini? Nei.

Er hetta byrjanin til eina kiosk hjá Høgna? JA.

Ella er hetta bara tað reina bluff?

P.S. Føroya Banki varð friðaður í 2008. Í mars 2008 fekk Magnus Heinason 1.260 kilo av toski, tá hann gjørdi yvirlitstrolingar á Bankanum. Í 2016 góvu hesar yvirlitstrolingar hjá Magnus Heinason 381 kilo.

Altso 8 ára friðing, og ein minking uppá 70%.

Í 2008/09 var miðalveiðan av toski hjá einum línuskipi 1.139 kilo, og í 2015/16 ca. 1.600 kilo, ella ein vøkstur uppá 40%.

Landgrunnurin var opin og Føroya Banki var friðaður.

Vísir hetta ikki okkum, at náttúran stýrir fiskagongdini, og ikki politikarar og fiskifrøðingar.

Um ikki, so sigi eg bara gud forbarmi seg fyri toskastovninum á Føroya Banka, um vit fáa eitt nýtt, størri og effektivari havrannsóknarskip.

Líggjas Johannesen