Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar er trygdin nú lokalpolitikkur í Havn er landspolitikkur?

John William Joensen

Nógv hevur verið tosað og skrivað um føroyska sjúkrahúsverkið, ikki minst upp undir val. Í gjár var fyrrverandi landsstýrismaður í heilsu málum grivin fram í KVF og gav fólki tað fatan at vit fáa ikki eitt gott og vælvirkandi heilsuverk, fyrr enn Klaksvíkar Sjúkrahús varð niðurlagt. Tað ”einasta” sum foraði honum fyri at fremja hetta meðan hann var landsstýrismaður var lokalpolitikkur.

Nógv hevur verið tosað og skrivað um føroyska sjúkrahúsverkið, ikki minst nú upp undir val. Í gjár var fyrrverandi landsstýrismaður í heilsu málum grivin fram í KVF og gav fólki tað fatan at vit fáa ikki eitt gott og vælvirkandi heilsuverk, fyrr enn Klaksvíkar Sjúkrahús varð niðurlagt. Tað ”einasta” sum foraði honum fyri at fremja hetta meðan hann var landsstýrismaður var lokalpolitikkur.

19. oktober fyri trimum árum síðan, fór so stór delegatión av Klaksvíkar Sjúkarhúsi til Havnar at handa landsstýrismanninum umleið 4000 undirskriftir at varðveita Klaksvíkar Sjúkrahús, sum sjálvstøðugan stovn.

Sera nógv órógv hevur verið um sjúkrahúsið í nógv, nógv ár. Serliga á Landssjúkrahúsinum hevur mangan staði hart á eitt nú ímillum starvs- fólkabólkar. Hví tað nú aftur er umráðandi hjá ávísum persónum í Heilsuverkinum og í politisku skipanini at loysa ein trupuleika við serlæknum við at niðurleggja Klaksvíkar Sjúkrahús er óskiljandi. Serlæknar fáa javnan tilboð frá sjúkrahúsum og privatum viðgerðarstovum har teir fáa bjóða betur umstøður og løn enn heilsuverki í Føroyum og almennu sjúkrahúsini í norðurlondum megna at bjóða, og tí er hetta ikki ein serføroyskur trupuleiki. At siga tað at vit loysa hendan trupulleika við at niðurleggja Klaksvíkar Sjúkrahús er fullkomiliga burtur við. Men hetta er heldur ikki av tilvild at fokus verður varpað á hetta júst nú, tí talan er um lokal politikk í Havn har kanónirnar verða stillaðar inn til at skaffa atkvøður í miðøkinum. Øll vita at tað er at festa eld í krút, at tosa um at broyta skipanina við trimum sjúkrahúsum í Føroyum, og nú vit hava eitt valdømi skal politikkurin jú fyrst og fremst gagna miðjuni har flestu atkvøðurnar eru.

Føroyska sjúkrahúsverkið er lítið, og sjálvt um vit skuldu niðurlagt sjúkrahúsið í Klaksvík og í Suðuroy, so fingu vit ikki allíkavæl eitt sjúkrahús við nógvum specialum, og spurningurin er í hvønn stóran mun tað loysir seg at hava specialir í Føroyum.

Ein serlækni skal hava nógva venjing, og einki er at taka seg aftur í, at føroysku serlæknarnir tíðum leitað sær til onnur lond at arbeiða í styttri tíðarskeið, millum annað fyri at fáa nóg nógva venjing. Tí átti tað ikki at verið so ótrúliga ringt hjá somu læknum at flutt ímillum tey trý føroysku sjúkrahúsini um tørvur var á tí. Sjúkrahúsið í Klaksvík er sprotti úr privatum initiativi úr Norðuroyggjum, og tað verður heilt víst ikki uttan svørðslag at fólkið her fer at lata sjúkrahúsið gleppa sær av hondum. Læknastríðið á sinni vísti hvussu virðismikið fólkið metti sjúkrahúsið at vera og tað sama kann sigast um undirskriftirnar, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin fekk handaðar fyri trimum árum síðan.

Vandamikið er hjá politikarum at stýra uttan atlit til veljaran, tað kann tá illa vil til skapa vandamiklar samfelagsstøður. Men við eina valdøminum er tað lokalpolitikkurin í Havn sum telur mest – og eitt tað populerasta evni lokalpolitikkarar í miðøkinum eru samdir um og tað er at Klaksvíkar Sjúkrahús er ein steinur í skónum, sum teir hava sera ilt av.

So at siga allir peningur í Heilsuverkinum fer til landssjúkrahúsið

Samlaðu netto útreiðslurnar hjá Landskassanum til Heilsumál á fíggjarlógini fyri 2014 eru settar til 939,2 mió. Kr.

Millum størstu útreiðslu postarnar eru (rakstrarjáttan):

Landssjúkrahúsið 393,9 mió. (42%)

Serviðgerð uttanlands 143,2 mió. (15%)

Klaksvíkar Sjúkrahús 63 mió. (6,7%)

Suðuroyar Sjúkrahús 53,3 mió. (4%)

14 ár uttan íløgur á smærri sjúkrahúsunum

Á Fíggjarlógini seinastu 14 árini til og við fíggjarlógini fyri 2014 hevur landskassin brúkt tilsamans 780,7 mió. kr. til íløgur í tey trý sjúkrahúsini.

Av hesum eru 96% brúktar á Landssjúkrahúsinum, 2,7% á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og 0,7 % á Suðuroyar Sjúkrahúsið.

Tað kann tí tykjast løgið at Klaksvíkar Sjúkrahús sum sambært nýggjastu tølunum einans umboðar millum 5% og 6% av samlaðu útreiðslunum í føroyska Heilsuverkinum, skal fáa so nógva rúmd í politiska orðaskiftinum.

Men sum vit sóu í miðlaumrøðuni av Atlantic Airways í seinastu viku so er umrøðan kanska serliga orsaka av at summi nú eru farin at telja niður til løgtingsval.

Men útlitini eru ræðandi nú lokalpolitikkur í Havn setur dagsskránna.