Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar eru okkara fulltíðar politikarar í Norðoyggjum?

Steinbjørn O. Jacobsen

Politikararnir, sum vilja veljast í høvuðsstaðnum, hava leingi verið úti eftir Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og nú sær okkara landsalmenna Kringvarp Føroya einsíðugt út til at vera farið í hernað ímóti hesum stakkals stovni, tí einki uttan fyri høvuðsstaðin tykist fáa frið. Hvussu ber tað so til, at vit í dag illa nokk hoyra eitt veruligt mótmæli og enn minni síggja til nakað samanhald millum okkara fulltíðar fólkavaldu her í Norðoyggjum?

Politikararnir, sum vilja veljast íhøvuðsstaðnum, hava leingi verið úti eftir Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og nú særokkara landsalmenna Kringvarp Føroya einsíðugt út til at vera farið í hernaðímóti hesum stakkals stovni, tí einki uttan fyri  høvuðsstaðin tykist fáa frið. Hvussu ber taðso til, at vit í dag illa nokk hoyra eitt veruligt mótmæli og enn minni síggjatil nakað samanhald millum okkara fulltíðar fólkavaldu her í Norðoyggjum?

Sum fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvíkarkommunu í tvær býráðssetur kenni eg til at vera fulltíðar politikari, so egveit, hvussu strævið og krevjandi tað til tíðir kann vera. Tí haldi eg meg havatær neyðugu royndirnar til at kunna siga mína hugsan um teir, sum nú erufulltíðar fólkavaldir politikarar í Norðoyggjum.

Eg veit eisini av royndum, at í politikki erutingini verri enn so altíð soleiðis, sum tey síggja út alment.  Allíkavæl eri eg í dag komin til einahugtunga niðurstøðu, tí eg haldi veruliga ikki, at eg nakrantíð fyrr í mínumdrúgva politiska lívi havi upplivað politikararnar í Norðoyggjum so uppgevandiog uttan vilja til at standa saman um tey stóru og týðandi málini her ílokalsamfelagnum.

Ein politikari má
brenna fyri sakini

Eingin er fullkomin, og allarminst vit, sumhava drúgvar royndir í politikki, og tað er heldur ikki fullkomnum fólki, vit skululeita eftir og velja inn at umboða okkum sum fulltíðar politikarar.

Harafturímóti eiga vit sum eitt minstamark atkrevja av einum og hvørjum politikara, sum stillar upp og verður valdur inn, athann er góður við sín uppruna og við sín heimstað, at hann stendur við tað,hann sigur seg vilja arbeiða fyri, og ikki minst, at hann torir at taka teyneyðugu tøkini, eisini saman við øðrum politikarum, tá ið tað krevst.

Stutt sagt: Ein politikari má brenna fyrisakini, og ikki bara fyri sær sjálvum, tí ger hann hetta seinna, so er hann einvánaligur politikari, ið setur egin áhugamál fremst, eisini tá ið álvarsmál hóttatað samfelag, hann er valdur inn at umboða.

Hetta síðstnevnda er tað, sum eg haldi, at vituppliva beint nú, tá ið tað kemur til Klaksvíkar Sjúkrahús. Her tykjast allirokkara fulltíðar politikarar at vera meira ella minni líkasælir um okkara stóra og stolta stovn her íKlaksvík, sum í nógv ár hevur havt størri effektivitet pr. brúkta krónu ogstørri nøgdsemi millum brúkararnar.

Allíkavæl tykjast okkara fulltíðar fólkavalduat vera púra uttan initiativ til at gera nakað sum helst veruligt við hettaálvarsmál, har Klaksvíkar Sjúkrahús av almennu miðlunum í dag er fyri miðvísaripropagandaherferð, meðan okkara egnu fólkavaldu hyggja passivt at og ikkieingong standa saman, sum var tað minsta, ein má krevja av teimum.

Ein gøla at Føroyar
blivu eitt valdømi

Eg minnist, hvussu staðiliga eg sum táverandiborgarstjóri ávaraði okkara landspolitikarar ímóti at taka av skipanina viðteimum 7 løgtingsvaldømunum, sum tryggjaði, at allir landspartar høvdu einalógartryggjaða umboðan á Føroya Løgtingi, uttan mun til valúrslit ogtilvildarlig atkvøðubýti.

Tá førdi eg millum annað fram, at um landspartarnirí Føroyum mistu síni valdømisumboð á Føroya Løgtingi, so fór hetta so við ogvið at máa støðið undan styrkini í hesum økjum og at ómynduggeralandspartarnar, eisini Norðoyggjar.

Eg eri ræddur fyri, at tað er júst hetta, sumer í ferð við at henda, nú vit síggja, hvussu veik og initiativleys tey tykjastat vera, sum í dag eru vald á løgting og búgva í Norðoyggjum, og hendan ómegdinsær tíverri tú til at smitta inn í býráð og bygdaráð. Tað sær út til, atpolitikararnir í Norðoyggjum í dag ikki tora at tala Tórshavn ímóti, men veljaheldur at tekkjast miðdeplinum í hesum eina og stóra valdøminum Føroyar, kanskatí tey vóna at fáa atkvøður haðani.

Hetta er syrgiligt at síggja í dag, men egkann í dag siga, at eg sá hetta koma, áðrenn skaðin hendi, og tí ávaraði egeisini ímóti tí, men tíverri fyri fleiri deyvum oyrum, tí Føroya Løgtingsamtykti at avtaka valdømini, eisini við atkvøðum frá løgtingslimum, búsitandiúti um landið.

 

Ein stór og einsíðug
propagandamaskina

Eg átti at vænta mær av okkara journalistum íKringvarpi Føroya, at teir lýsa øll mál frá øllum síðum, eisini sjúkrahúsmálið.Men eg má tíverri viðganga, at eg vænti ikki annað enn tað, sum vit í dag eruvitni til mestsum hvønn dag, har læknar, stjórar og politikarar í høvuðsstaðnumupp á skift sleppa framat mikrofonini at júka upp og niður um, at alt bara máog skal liggja á LS.

Einki um veikleikar á LS, eingin samanberingav effektivitetinum á teimum 3 sjúkrahúsunum, einki um, hvørjar sergreinar ogviðgerðir hóskandi liggja á smærru sjúkrahúsunum. Nei, har snýr hvørt einastainnslag seg um eina  einsíðuga lýsing avsjúkrahúsmálinum, har alt virksemi uttan fyri høvuðsstaðin verður ynskt, harpiparið grør.

Tíverri vænti eg mær ikki meira av hesummiðlunum, sjálvt um vit øll gjalda fyri teir. Ikki tí, har arbeiða nógvskilafólk, men tann ráðandi tíðindalinjan er ikki at taka feil av, hon ersentralistisk so tað syngur eftirí. Hetta sigi eg av drúgvum politiskum royndumsum býráðspolitikari og borgarstjóri í næststørsta býi í landinum, Klaksvík.

Men lat meg enda hesa grein við at sláa fast,at eg vænti mær meira av okkara fólkavaldu enn tað, sum teir í dag avrika fyriein so týdningarmiklan stovn, sum Klaksvíkar Sjúkrahús er, og sum býráðslimurog varaborgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu mótmæli eg upp á tað harðasta ta ringuviðferð, hesin stolti og væl virkandi stovnur fær frá løgtingi og landsstýri.

Her má vend koma í og tað í stundini, áðrennstørri skaði er hendur.

 

Klaksvík, 9. mai 2015

Steinbjørn O. Jacobsen

 

 

Harleyfacadeacryl