Tað hevur verið spurningurin hjá útróðrarmonnunum, nú hýsan knappliga bleiv burtur fyrst í vikuni.
Eftir at størru útróðrarbátarnir hava fingið sera væl seinastu vikurnar, fingu teir flestu ikki sama fong í gjár. Av størru útróðrarbátunum var tað bert Norðsøki, ið fekk ein rættuliga góðan dag nevniliga 10.000 pund, ímeðan hinir lógu niðri á 4-6 túsund pundum.
Tað sum gjørdi munin var, at Norðsøki fekk væl av hýsu eins og dagarnar frammanundan, ímeðan hinir næstan ikki sóu hýsu, sjálvt um teir høvdu fingið væl av hesum fiskaslagi seinastu dagarnar.
Menn halda, at hýsan fer upp í sjógvin tá streymurin harðnar ímeðan aðrir halda at tað er upp undir illveður at hýsan fer upp í sjógvin.
Í Lorvík hittu vit Kjartan Joensen, sum gekk og gjørdi reint í egningaskúrinum. Vit spurdu eisini hann um hesi viðurskifti.
Nei, sigur Kjartan Joensen, ið er 69 ára gamalur og rør út einsamallur við báti sínum, hann hevur fingið tríggjar túrar við 30 stampum síðani nýggjár. Fiskiskapurin hevur verið góður, 7.500 pund gav besti túrurin, eg veit ikki, summir siga at hýsan fer upp í sjógvin. Sjálvur havi eg roynt at byrja at seta langt uppi, kanska á 30 favnum og línan er so varin hagani so líðandi niður á botn, men ikki havi eg fingið ein einasta fisk á tí sum hevur verið uppi frá botni. Sama hevur verið galdandi, tá línan hjá mær hevur hingið uppi av onkrum orsøkum. Fyri mær vísir tað seg sum um, at um línan ikki skavar botnin, so fært tú ikki fisk, tað er so tað eg havi verið út fyri við at línan hevur hingið uppi í sjónum. Spennandi verður at síggja, hvussu leikur ferð eftir hesa mysingina.
Annars er ongin drift her í Lorvík av útróðrarbátum. Her eru 10 skúrar og tað er bara lív í mínum. Eg havi tríggjar mans afturat mær sum egna fyri meg, teir eru um 260 ára gamlir til saman, so tú kanst ætla at her sær ikki gott út fyri útiróðri. Sum eg skilji, so er støðan enn verri í Fuglafirði, sigur 69 ára gamli útróðrarmaðurin í Lorvík, Kjartan Joensen at enda, har rør ongin út. Eg ringdi til Fuglafjarðar nú ein dagin og spurdi ein vinmann um kanska eitt net av gággum hekk niður við brúgvarnar har, sum man kanska kundi keypa til agn. Hann svaraði mær, at tað kundi hann siga mær beinanveg, at har var heilt víst onki slíkt, tí har róði ongin út.




