Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar kom fiskurin frá?

Eyðun Hansen

Føðin sveik seinast í 80-unum, og fyrst í 90-unum var ongin toskur, hýsa ella upsi at fáa við Føroyar, og gýtingarstovnurin hevði ongantíð verði so lítil tey seinastu 100 árini. Men í 1994 til 97 kom nógvur 50-80 cm toskur inn á Føroysku grunnarnar.

Fiskifrøðingar søgdu í 95 at tað var nógvur toskur her. Men onga frágreiðing hví ella hvar toskurin kom frá.

Fiskifrøðingar hava síðani 2005 sagt, at gýtingarstovnurin av toski er søguliga lítil. Men í 2010-11 bleiv so ónatúrliga nógv av 1 og 2 ára gomlum smáfiski vestan- og norðanfyri, sí kunngerð 94 frá 2011. Har blivu fleiri stór øki stongd í nakrar mánaðir, tí at útróðrarbátar fingu so nógvan smáfisk har. Tað er einastu ferð, at eitt øki er friðað fyri húk vegna ov nógvan smáfisk. Aftaná eitt langt liggjandi illveður á heysti í 2011, var allur fiskurin burtur. Á sumri 2015 byrjaðu snellu- og trolbátar aftur at fáa góðan og feitan fisk, sum var 50 – 75 cm langur og nakað av størri fiski. Fleiri útróðrarmenn halda at tað er hesin fiskurin sum er komin aftur nú.

Eitt sum er áhugavert, er at nógvur svartkalvi bleiv at fáa á djypri vatni 2-3 ár áðrenn fiskurin kom aftur í 1994 og eisini nú.

Yvurfisking hevur altíð fingið skyldina. Men aftaná at flotin næstan er burtur, byrja fiskifrøðingar at lurta eftir fiskimonnum, og eisini kanna natúrviðurskiftini.

Um man hyggur fleiri 100 ár aftur í tíðina, so sær mann góð fiskiár og ár við fiskaloysi. Tað vísir seg at, tað eru bert onkrir góðir árgangir, sum koma undan. Kanska 1 – 2 av hvørjum 10. Og tað er sum oftast tá gýtingarstovnurin er sera lítil.

Nakrir spurningar ið eiga at verða kannaðir betur. (Vóni at Havstovan kemur einum við svari):

– Etur makrelurin yngulin ?

– Etur sildin eggini ?

– Reka egg og yngul við streyminum og blíva burtur ?

– Er tað hitin í sjónum, sum er galið við ?

– Hvar bleiv smáfiskurin av, sum var her í 2011 ?

– Fiskurin er stórur og feitur hvar hevur hann fingið føði ?

– Er tað føðin sum toskurin nú er komin aftur eftir ?

Vestmanna 27. 01. 2016

Eyðun Hansen