Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar spælir Adu í 2018?

Jákup Ósá

KÍ álopsleikarin við bestu mál hagtølunum í mun til spælitíð ger her viðmerkingar til sína fótbóltsframtíð.

KÍ álopsleikarin við bestu mál hagtølunum í mun til spælitíð ger her viðmerkingar til sína fótbóltsframtíð.

Albert Adu kom til KÍ undan hesum kappingarárinum. Hann hevði tað torført fyrstu tíðina, men menti seg gjøgnum kappingina. At enda gjørdi hann 10 mál í 1739 minuttum og bleiv næst besti málskjútti hjá KÍ og besti í mun til spælitíðina.

Óvist um Adu spælir í Føroyum í 2018

Albert Adu hevur ongan sáttmála fyri 2018, men KÍ hevur ikki boðað frá, at hann ikki heldur fram. Sum skilst hevur samband verið millum partarnar, men Albert Adu ynskir at fáa longri tíð til at taka støðu til næsta kappingarár.

– Eg fari av landinum nú og havi ymisk persónlig viðurskiftir at fáa greiði á, áðrenn eg veit, um tað er ein møguleiki fyri, at eg spæli í Føroyum næsta ár. Tað koma at ganga nakrar vikur, áðrenn eg fái tikið støðu, sigur Albert Adu við Norðlýsið.