Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar spælir Jóhan Troest Davidsen næsta ár?

Jákup Ósá

Hann dylur ikki fyri, hvar hann ynskir at spæla í 2016.

Ein av bestu verjuleikarunum í Effodeildini hevur ongan sáttmála fyri komandi ár. Men stendur tað upp til hansara, so heldur hann fram í HB, hóast eingin endalig avgerð er tikin. 

Seinastu árini hevur Jóhan Troest Davidsen verið millum bestu verjuleikararnar í Effodeildini og fleiri ferðir hevur hann verið valdur á ársins lið hjá ymisku miðlunum. HB leikarin hevur ongan sáttmála fyri komandi ár, men hann dylur ikki fyri, at hann trívist væl í HB. 

– Eingin endalig avgerð er tikin enn. Eg búgvi og arbeiði í Havn og trívist væl í HB. So tað er sannlíkt, at eg verið verandi, har eg eri, sigur Jóhan Troest Davidsen við Norðlýsið.