Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar spælir Leivur í 2016?

Jákup Ósá

Høgri bakkurin á U21 landsliðnum ger viðmerkingar til hansara fótbóltsframtíð.

Høgri bakkurin á U21 landsliðnum ger viðmerkingar til hansara fótbóltsframtíð.

Hóast sín unga aldur, so hevur Leivur í eina tíð spælt á besta liðnum hjá ÍF sum høgri bakkur. Serliga er tað hansara spæl frameftir vøllinum, ið hevur fangað mong eygu og eisini eru nøkur góð fríspørk skotin.

Leivur hevur ikki nakran sáttmála fyri komandi kappingarár og leysasøgur hava í seinastuni sett hann í samband við Skála, sum frammanundan hevur fingið ein annan ÍF leikara, Fritleif í Lambanum, í sín hóp. Men Leivur vil ikki siga nakað um, hvar hann spælir í 2016, tí ta avgerðina hevur hann ikki tikið enn, men hann væntar ikki, at tað gongur so long tíð, til avgerðin er tikin. Hann sigur tó, at sum leikari er ein altíð opin fyri at tosa við ymisk feløg.

Harleyfacadeacryl