Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar vóru tit? Hví vóru tit ikki?

Eyðun Jacobsen

Mikukvøldið 18 mai 2016, savnaðust millum 800 og 900 ungdómar í Kelduni, Skálafirði.

Orsøkin? Jú, australski bólkurin Planetshakers hevði konsert. Tað var eitt stórt upplivilsi, at vera til staðar hesa løtuna. At siggja hesi ungu menniskju, gleðast, syngja, hoppa og dansa, eitt vanligt mikukvøld, var sera lívgevandi. Einki alkohol, eingi rúsevni, bara gleðin um, at kunna vera saman við einum endamáli, at lovsyngja og tilbiðja Jesus, tað besta sum eitt menniskja kann uppliva. Eisini eldri vóru til staðar og kundu gleðast saman við ungdóminum. Sanniliga ein rík løta, sum er verd at skriva heim um.

Men so kemur mín spurningur? Hvar var OKKARA “public service” miðil? Hann hvørs “public service” sáttmáli sigur, at OKKARA miðil, skal vera breiður og fevnandi?

Hoyrdist nakað í OKKARA miðli um hetta tiltakið, upp til konsert dagin? Setti OKKARA miðil seg í samband við fyrireikarnar, fyri at hoyra hvat hetta var fyri nakað? Sendi OKKARA miðil nakað umboð fyri at “dekka” tiltakið? Svarið er stutt, NEI.

Eg eri ikki ein av fyrireikarnum og skrivi hetta fyri mína egnu rokning. Hvat nyttar, at OKKARA miðil kallar seg ein breiðan og fevnandi miðil, tá tað ikki er so?

Hvat hevur tíðindavirði í OKKARA miðli? Hvør er tað sum hevur sorteringsábyrgdina?

Eg fari ikki at finnast at tíðindunum sum eru, men eg haldi, at tað er sera óheppi og vánaligt, at eitt tiltak sum eitt vanligt mikukvøld savnar millum 800 og 900 ungfólk í Skálafirði og ikki í høvuðsstaðnum, ikki verður tikið upp á tunguna í OKKARA miðli. Halda tit, at hetta hevur minni tíðindavirði, enn onnur “smátiltøk” sum uttan himpr vera umtalað í OKKARA miðli? Nei, eg spyrji bara.

Mín spurningur er tí til OKKARA miðil: Hvar vóru tit? og Hví vóru tit ikki har?

Hvør er so OKKARA miðil? Jú, tað kunnu tit sjálvi rokna út.

Eyðun Jacobsen