Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvast orðaskifti um fiskidagar

Helgi Abrahamsen

Orðaskiftið í Løgtinginum fyrrapartin um fiskidagarnar fyri komandi fiskiár, hevur verið sera hvast. Orð sum ”rán”, ”fiskivinnupolitikkur uppá kvamsvís” og ”politisk útlutan” hava flogið gjøgnum tingsalin, har samgonguflokkarnir hava verið lagdir undir at útluta fiskidagar til nakrar útvaldar vinir, meðan onnur verða kroyst úr vinnuni.

Serliga er tað andstøðan ið hevur lagt harliga eftir uppskotinum, meðan fá umboð fyri samgonguna hava havt orðið.

Jónleif Johannesen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, tók tó orðið og vísti øllum ákarunum aftur. Hann gjørdi fyri tað fyrsta greitt, at Javnaðarflokkurin ynskir at fáa eina breiða semju um hetta málið, og harnæst helt hann ikki, at uppskotið fór at raka skip og bátar, sum eru í vinnu. Heldur sá hann fyri sær, at tað verða færri óbrúktir dagar í komandi ári.

Jónleif Johannesen greiddi frá frymlinum, sum dagarnir verða roknaðir eftir, og hann segði eisini, hví tað er neyðugt at hava undantøk í lógini, sum tryggja, at eingin verður raktur av órøttum.

”Her er valt at brúka bara eitt ár sum grundarlag, og tí er neyðugt við undantøkum, tí grundarlagið er so smalt,” segði Jónleif Johannesen.

Tingfundurin byrjaði klokkan 10 og atkvøðast skal í dag um uppskotið. Tó hava umboð úr samgonguni boðað frá, at tey fara at koma við einum broytingaruppskoti áðrenn málið kemur til triðju viðgerð.