Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat ætlar landsstýriskvinnan at gera við hetta umhvørvisliga vandamál?

Jógvan á Lakjuni

Hvørji krøv verða sett til útlendsk skip, sum levera olju til onnur útlendsk skip í Føroyum, og hvør hevur eftirlit við, at lógir og kunngerðir verða fylgdar í hesum sambandi?

Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum, viðvíkjandi bunkring í føroyskum havnum.

1. Hvørji krøv verða sett til útlendsk skip, sum levera olju til onnur útlendsk skip í Føroyum, og hvør hevur eftirlit við, at lógir og kunngerðir verða fylgdar í hesum sambandi?

2. Er nakar, sum góðkennir hesi skip og hevur eftirlit við, hvat fer fram, og syrgir fyri, at skipið hevur eina trygging, um okkurt skuldi hent?

3. Gjalda hesi skip vørugjald?

4. Hvat ætlar landsstýriskvinnan at gera við hetta umhvørvisliga vandamál?

Viðmerkingar:

Tey, sum fáast við bunkring av olju í Føroyum, virka sambært kunngerð um bunkring, har endamálið er at fyribyrgja oljudálking í sambandi við bunkring, flutning av olju o.a. Kunn­gerðin er galdandi fyri øll skip, skrásett í Føroyum ella uttanlands, flótandi oljugoymsl­ur umframt veitarar og móttakarar av olju.

Veldigar íløgur eru gjørdar m.a. í Fuglafirði, og stórar upphæddir nýttar til útgerð fyri at fylgja bunkringskunngerðini, og tað verður gingið øgiliga nógv upp í trygd. Tað verður gjørt alt fyri, at ein dálkingarvanlukka ikki skal henda.

Men nú vísir tað seg, at útlendsk skip, sum eru sera ivasom, tá ið tað kemur til trygd, koma inn á firðirnar í Føroyum og bunkra í havnum, og sum tað sær út, uttan nakrar sum helst reglur.

Tað kann ikki passa, at somu krøv, sum eru alla aðrastaðni, ikki verða sett til skip, sum bunkra í føroyskum havnum.

Haraftrat gjalda hesi skip, sum skilst, eingi avgjøld av nøkrum slag til Føroya land, og talan er um stórar mongdir av tungolju og dieselolju, ið verða umskipaðar.

Skulu vit gera okkum vón um, at skip, ið sigla fram við Føroyum, skulu brúka Føroyar sum veitingarstað fyri maritimum tænastum, so er hetta, at nýta ivasom “tangaskip” á henda hátt, við til at grava støðið undan føroyskari oljusølu.

Og ikki minst kann hetta vera ein álvarslig umhvørvislig hóttan.

Á Løgtingi, 21. september 2016

Jógvan á Lakjuni