Nú er ferð sett á stóra tiltakið í Norðurlandahúsinum, har vinnarin av ársins SkúlaFM verður avdúkaður fríggjadagin 1. mars frá kl. 09:30.
Nú er ferð sett á stóra tiltakið íNorðurlandahúsinum, har vinnarin av ársins SkúlaFM verður avdúkaðurfríggjadagin 1. mars frá kl. 09:30.
Tað sum byrjaði við 500 næmingum úr sjeyskúlum í august í fjør, er til finaludagin tódnað til 16 finalistar úr fimmskúlum.
Síðani Íverksetarahúsið byrjaði í 2007 er eittnýtt start-up segment dyrkað, har ráðgeving og skeið hava stimbrað hundratalsfólk við hugskotum, og eisini hugskotum, sum eru blivin til veruleika.
Við SkúlaFM er eitt púra nýttíverksetara-segment komið fram í ljósið, sum er beinleiðis rættað móti teimumheilt ungu og orkumiklu næmingunum í okkara útbúgvingarskipan. Tí verður taðógvuliga spennandi at fylgja við í, hvat hesin innsatsurin á tí longu breytiniførir við sær tey komandi árini.
Fríggjadagin fáa vit sjón fyri søgn. Hvørjihugskot koma næmingafyritøkurnar við? Hvussu væl duga tey at selja hugskotiniog verður tað Nám X, sum á triðja sinni stendur eftir sum vinnari?
SkúlaFM verður sett av Bjørn Kalsø kl. 09:45og í dómsnevndini sita: Beinta B. Nolsøe frá BankNordik, Jónhild Rasmussen fráFøroya Tele og Óla Kristian á Torkilsheyggi frá Navia




