Góðan morgun: Rabarba er ein fruktslig grønsak, sum er væl kend í Føroyum. Tann súrligi smakkurin er góður til dessertir og ikki minst súltutoy.
Góðan morgun: Rabarba er ein fruktslig grønsak, sum er væl kend í Føroyum. Tann súrligi smakkurin er góður til dessertir og ikki minst súltutoy.
Rabarban stavar upprunaliga frá Asien og var fyri fyrstu ferð at síggja í Danmark í 1830’unum. – So hon mann vera komin til Føroya nakað aftaná hetta tíðarskeið.
Rabarban trívist best í einum eitt sindur køldum klima. Tískil riggar tað so serstakliga væl at hava rabarbugarð í Føroyum.
Rabarban minnir sera nógv um frukt, men er ein grønsak.
Tað eru nógvir møguleikar við rabarbum. Ein rabarbudessert er altíð góð, og hvør kennir ikki til rabarbusúltutoy. – Rabarban er eisini væl egnað til drykkir. Eitt nú hava húsafólk borðreitt við rabarbusaft, sum er sera væl smakkandi.
Hevur nakar ein góðan rabarbugarð, er meira enn so møguleiki at taka rabarbur upp tvær ferðir um árið. Seint um várið og seint um summarið.
Rabarbur kunnu vera eitt sindur vandamiklar, tí tær innihalda oxalsýru. Men hetta gerst ikki vandamikið fyrr enn tú hevur etið fimm kilo í einum.
Kelda: samvirke.dk




