Hvat er eitt heilsugott lív?
Skal ein lurta eftir ávirkarum á netinum, tá ið ein leitar eftir ráðum um kost og rørslu? Er neyðugt at venja tungt hvønn dag? Og hvat vil tað í grundini siga at liva heilsugott?
Í sendingini í dag seta vit spurning við, hvat eitt heilsugott lív í veruleikanum er. Tað kann vera torført at finna høvd og hala í allari kunningini, sum er at finna á netinum í dag, har góð ráð og villeiðandi kunning ofta eru blandað saman.
Magni Mohr, Ph.d. í ítróttafysiologi, greiðir frá týdninginum av einum góðum og fjølbroyttum kosti og regluligari rørslu.
Rosa Egholm, sum er persónligur venjari hjá kvinnum, greiðir frá, hvussu góðir vanar kunnu stuðla undir heilsuna, og hví tað er umráðandi at laga vanarnar til sín egna gerandisdag.
Vit práta eisini við Elisabet Vang, IFBB Bikini Pro og fyrrverandi fysiskur venjari á hægsta stigi innan skandinaviskan fótbólt. Hon greiðir frá, hvat góð styrkivenjing er, og hvussu ein kann venja skilagott, bæði á íðkarastøði og í gerandisdegnum.
Vilt tú hoyra alla sendingina, kanst tú lurta her: