Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat er endamálið hjá Føroyagrunninum í dag?

John William Joensen

Nú fíggjarkreppan leikar um í heiminum, hevur henda eisini vunnið sær vegin fram til Klaksvíkar Vit hava verið vitnið til- ja eg havi hug at kalla tað, at vit hava verið vitnið til sorgarleik í høvuðsvinnulívinum í býnum.

Fyrst fóru bátarnir konkurs. Vónaði og trúði uppá, sum fleiri aðrir klaksvíksingar, at vit her norðuri høvdu møguleika at keypa bátarnar aftur, við tí góða vinnulívsfólki, sum vit hava her norðuri. Men hetta eydnaðist ikki. Besta parið fór úr býnum.

Kósavirkið lat aftur og er nú farið í gjaldsteðg. Vinnulívsmenn í Klaksvík hava roynt at keypa skipini aftur og harvið fáa virksemi aftur á Kósini, men enn hevur hetta ikki eydnast.
Skilji ikki, at Føroyagrunnurin, at síggja til, bara stendur passivur og hyggur at hesum og ikki rættir eina hjálpandi hond. Teir hava enntá sagt – minnist meg rætt – at teir ikki eru sinnaðir at brúka meir pengar uppá fiskivinnuna, tí alt var so óvist í fiskivinnuni nú.

Tjóðbankin setti í síni tíð 7 mill. Kr. í Føroyagrunnin fyri at hjálpa JFK, sum var í trupulleikum . Føroyagrunnurin er ein sólskinssøga og nú eru uml. 60 mill í tøkum peningi í grunninum og er hetta peningur, sum er upparbeiddur í Klaksvík. Hesin peningur skal nú partú brúkast onkra aðrastaðni, til gransking osv., bara ikki í fiskivinnuni.

Sjálvt um peningur verður brúktur til gengransking, vænti eg tað verður ríkiligt av peningi eftir í Føroyagrunninum at fáa Kósavirkið ígongd aftur – um vilji er til tess.

Yvist onga løtu í, og veit, at vit her norðuri nokk skulu koma fyri okkum aftur.Við tí fólkinum vit hava her norðuri, er ongin vandi á ferð í so máta. Tó so, hettar er júst rætta løtan, at Føroyagrunnurin skal brúka møguleikan, at traðka til, soleiðis at gongd kemur á aftur sum skjótast her í Norðoyggjum.

Eisini til landsins politikarar, hettar er júst løtan , nú Klaksvíkin er fíggjarliga hart rakt, at landið skal gera íløgur her norðuri, tí í góðum tíðum er hetta ikki eins neyðugt.

Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen