Í skrivi á kjaktorginum hjá Norðlýsinum harmast Símun Gullaksen um kjakið um skúlan.
Hann skjýtur upp, at kommunan finnur útav:
a) Hvat er komið av skafti?
(av útbyggingum)
b) Hvussu langt eru vit komin
c) Hvør er tørvurin?
d) Hvussu nøkta vit hendan?
e) Nær koma vit hartil?
Eg haldi, at Símun Gullaksen er á júst rætta sporinum, og tað er júst tað sama sporið, sum býráðið hevur sett sær fyri at greina nærri við orðaskiftinum um skúlan.
Til spurningarnar:
a) Vit hava einki útinnt á skúlaøkinum síðani 1979, tá ið Skúlin við Ósánna varð endaliga útbygdur og tikin í nýtslu. – Hetta er bæði synd og skomm.
b) Vit eru ikki komin longur í 10 ár enn at lata Skúlan á Ziskatrøð í ein nýggjan frakka.
Ikki ein stova er meir í skúlanum enn fyri "øldum" síðan. Gamla fimleikarhøllin "liggur á liðini". Fimleikarhøllin er ein stór stova, sum eisini kundi verið høli at savnast í – men er ikki tøk. – Hetta er bæði synd og skomm.
c) Vit vita at skúlalógin er broytt og krevur nógv fleiri stovur og aðrar stovusamansetingar ikki minst á tí kreativa økinum. Júst tørvin, er tað, vit skulu kunna lýsa við einum orðaskifti. Tá ið talan er um orðaskifti, so er talan um at fáa málið lýst frá fleiri síðum. Frá skúl anum og lærarunum, foreldrunum, børnunum, kommununi og skúlamyndugleikum annars. Herundir eisinin Menta málaráðnum tí tað eru so nógv sum varða av skúlanum.
d) bert eitt orðaskifti kann greina hvør tørvurin. Tað ber eftir mínum tykki best til at fáa framt tað sum best
er fyri skúlan, um eitt orðaskiftið verður framt, sum framman fyri greitt frá, har játtandi myndugleikin er við.
Og júst her, er eisini umráðandi at vita um skúlarnir verða samanlagdir ella ikki. Ella ber til at
samarbeiða? Tá ið hetta er greitt, ber eisini til betur at siga hvørji hølir mest neyð-tørviligt er at byggja.
Tað er ikki møguligt hjá kommununi at bygja ein skúla eftir einum degi, tí kommunan kann ikki bera ein slíkan kostnað.
e) Tað er neyðugt at vit seta okkum eitt høvuðsmál, men loysa tað í smáum. Kanska trimum stigum. Tí er
talan um hvat skulu vit náa um 5, 10 og 15 ár.
10 – 15 ár er long tíð – jú, sanniliga. Tí er umráðandi nú tunnilin kemur og útbyggingarnar á havnaøkinum nú skjótt verður liðnar, at vit flyta kanónina og gera okkum greitt, hvussu skal síggja út á skúlaøkinum í framtíðini. Og í hesum sambandi gera ein rættiligan vørr á skúlaútbyggingini.
Skúlalógin og karmar annars um hvussu skúlar verða riknir koma natúr-liga at verða broytt í framtíðini. Tí skal eisini verða rúm fyri, at justera og tilrætta kanónia, tá ið nøkur ár eru liðin. Men eitt áðalmál má verða sett nú, sum hevur ein ávísan avtalaðan tíðarkarm. Tó sleppst ikki undan einum vørri nú innan skúlabygg-ing. Aðalorðaskiftið er eitt skilagott amboð til at náa hesum máli.
Vit eru kanska ikki samdir um hvussu vit fara til verka, men vit eru tó ivaleyst samdir um, at vit vilja børnum okkara tað best, tí er ein munandi útbyggin av skúlanum alneyðug umvegis eitt skilagott orðaskifti, sum eg fegnist um, er byrjað.
Eitt skal tó sláast fast: bert karmar skapa ongan skúla.
Vinarliga
Hans Arne Bertholdsen,
býráðslimur




