Danmark er møguliga á veg út í eina stjórnarkreppu, og tað er í løtuni ikki óhugsandi, at fólkatingsval verður útskrivað.
Hetta kann gera arbeiðið í løgtinginum sera trupult, nú seinasta freist at leggja uppskot fyri tingið nærkast.
Tað hevur fyrr víst seg at rigga illa at hava tingfundir, meðan valstríð er í sambandi við fólkatingsval, tí hetta fær løgtingslimir at nýta røðarapallin í løgtinginum sum pall í valstríðnum.
Eingi uppskot komin enn
Vanliga plaga umleið 150 uppskot at verða løgd fyri tingið í eini tingsetu, men higartil eru bara 60 mál løgd fyri tingið í hesi tingsetuni.
Um fólkatingsval skuldi verið útskrivað, og løgtingið harvið blivið óarbeiðsført til hálvan mars, so hevur løgtingið bara 41 dagar at arbeiða í til flaggdagin, tá tingformaðurin ætlar, at tingið skal heim. Av hesum 41 døgunum eru 12 leygar- og sunnudagar og vanligt ert ikki at hava tingfund teir 5 gerandisdagarnar í stilluviku. Og ein halgidagur afturat er eisini í sama tíðarskeiði.
So eftir verða einir 23 arbeiðsdagar til at avgreiða eini 90 mál við bæði fyrstu-, aðru- og triðju viðgerð umframt nevndarviðgerð.
So spurningurin er: Hvat ger løgtingið?




