Veðrir í bjørgunum: Í gjárkvøldið vóru seks mans, fimm av Viðareiði og ein úr Klaksvík, yviri í millum Dranga, fyri at hjálpa tveimum veðrum úr óføri. Væl gekst at fáa veðrirnar úr tronganum.
Veðrir í bjørgunum: Í gjárkvøldið vóru seks mans, fimm av Viðareiði og ein úr Klaksvík, yviri í millum Dranga, fyri at hjálpa tveimum veðrum úr óføri. Væl gekst at fáa veðrirnar úr tronganum.
Millum Dranga er hinumegin norðara fjalli á Viðareiði. Tað verður farið niður á leið miskeiðis á fjallinum. Tað er stutta og greiða frágreiðingin.
Yviri í millum Dranga ganga tveir veðrir. – Tvey størri feitilendi eru eisini tætt uppá. Handan Selsgjógv, ið er eystanfyri, hinumegin gjónna og Oyggjaskor, ið er vestanfyri.
Veðrirnir skikka sær ikki altíð, sum menn vænta og vóna. Hesir tveir umtalaðu veðrirnir, høvdu sloppið sær heldur ov langt niður. So langt niður, at teir sjálvir ikki funnu vegin uppaftur í tað ”rætta” feitilendi. Teir høvdu næstan etið alt í tronganum niðanfyri, so neyðugt var at flyta teir uppaftur.
Tað gjørdu hesir seks menn so í gjárkvøldið. Teir lagaðu ein stíggj og róku so veðrirnar upp í gjøgnum stíggin. Tað gekst avbera væl, skal viðmerkjast.
Aja! hvat gera menn ikki fyri ein góðan kjøtbita? Um áhugin er stórur nokk, ja so verður alt tað neyðuga gjørt.
Myndamaðurin Jóannis Sørensen var við á ferðini, og hann tók nakrar góðar myndir við sær heim, ið vit sleppa at vísa á Norðlýsinum:




