Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hvat gerst tú á listanum?

Frímund Hansen

Hetta er ein spurningur sum eg javnan fái. Hvat ger ein havnamaður á listanum til býráðsval í Klaksvík. Og  føli eg at hetta verður brúkt ímóti mær vðhvørt eisini.

 

Støðan er tann at eg altíð havi verið klaksvíkingur og norðoyingur hvar ið eg so havi verið í verðini. Havi búð í Tórshavn, Moncton NB Kanada og í Immingham í Bretlandi síðan eg flutti higani fyrst í 90unum og til eg flutti aftur í Klaksvíkar Kommunu fyri 5-7 árum síðan. Adressan er Um Eiði 8, 765 Svínoy, í Klaksvíkar Kommunu.

Tað skal eingin ivi verða, at eg brenni fyri Klaksvíkini. Men røturnar út at ytstu kommunumørkum mugu eisini røkjast og tað væl.