Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat hendi tá ið Rasmus Hansen í Svínoy skeyt seg

John William Joensen

Ein sorgarsøga frá 1850.
Sagnir siga at hann var forelskaður og tá gentan giftist øðrum manni skeyt hann seg, men var hetta øll søgan

Onkuntíð rennur tú teg í eina søgu, sum tú kundi hugsað tær at kanna, og vita um fleiri upplýsingar eru til skjals, sum kunna avdúkað meiri nágreinliga hvat veruliga fór fram.

Andras Sólstein, skrivar: 

Søgan um, tá ið Rasmus Hansen í einum brúdleypi úti í Svínoy skeyt seg er ein av hesum søgum ið hava hugtikið meg, og skal eg stutt endurgeva hana her, áðrenn vit fara víðari og royna at kanna søguna til botns, ella so nær sum til ber við teimum samtíðar skjølum, sum eru til taks.
Søgan sigur frá um ólukkuligan kærleika, sum fekk ringast hugsandi enda, nevnliga at ein av persónunum, Rasmus Hansen, ongan annan útveg sá sær í lívinum enn at forgera sær.

Søgan sum hon ofta er søgd.
Rasmus Hansen, føddur í 1814, var sonur Hans Hansen, vanliga nevndur Blankskála-Hanus og Sunnevu Rasmusdatter, dóttir Rasmus Úti á Bø, og búði tey á Váli. Søgan sigur, at hann var forlovaður (forliptur) í sysknabarninum Onnu Joensdatter, sum var ættað Úti í Húsinum á Syðradali, og er hon fyrsta barn, sum er føtt á Syðradali. Úti í Svínoy var tað ikki einans Rasmus, ið hevði hug á Onnu, men eisini Hans Petur úr Gulaksstovu, og endin var, at Anna og Hans Petur komu til giftingar. Saman við hinum bygdarfólkunum var Rasmus boðin í brúdleyp. Hann var vanur at skipa í dansi, og sum sysknabarn brúðurina, varð hann biðin at skipa brúðarvísuna. Brúdleypið var heimabrúdleyp og hildið í Gulaksstovu. Tá brúðarvísan var komin at enda, var Rasmus so sálarliga niðurundirkomin, at hann rýmdi úr brúdleypinum, og fór heim eftir byrsuni og skeyt seg
Hetta var ein stórur sorgarleikur, og enn størri gjørdist hann av, at tá hann var deyður fyri egnari hond, slapp hann ikki í vígda jørð at liggja, men mátti eftir tátíðar siði gravast uttan fyri.kirkjugarðin. Seinri vóru tað fólk, sum vildu honum væl, og sum fluttu garðin niðaneftir, so hann kom at liggja innan fyri. Skakkið í kirkjugarðinum sæst enn.
Hetta er í stuttum søgan av fólkamunni. Í skjølunum sæst ein onnur neyvari søga, men tó ikki minni skakandi og ógvuslig.

Søgan lýst út frá keldum.
Tann 5. september í 1850, kemur Absalon Matras, settur sýslumaður, út til Svínoyar at kanna tær nærri kringumstøðurnar viðvíkjandi deyða Rasmussar. Undir avhoyringini av bygdarfólkum og vitnum hevur hann kongsbónda Sivart Poulsen og skúlalæraran Símun Simonsen, vanliga nevndur Miðlinga-Símun, sum hjásitarar. Vitnini, ið verða avhoyrd, eru hesi: Hans Hansen eldri og Sunneva Rasmusdatter, foreldrini hjá Rasmusi, bróðurin Hans Hansen yngri og konan Anna Malena Johannesdatter (tey vóru inngift), Magnus Olsen, Justinus Jacobsen, Simon Andreasen og Ole Johannesen.

Tvey brúdleyp.
Í kirkjubókini fyri Norðoyggjar 1832-1861 sæst, at tvey brúdleyp eru í somu viku í august 1850. Fyrra brúdleypið er mánadagin hin 12. august í 1850. Tá giftast í Svínoyar kirkju Jacob Jacobsen Svínoy, vanliga nevndur Jákup á Rókini, og Cathrine Malene Thomasdatter úr Geilini á Uppsølum. Forlovarar vóru Sigvart Poulsen og ein Østerø (fornavnið er ógreitt), men hann er úr Ónagerði á Viðareiði. Og tveir dagar aftaná, mikudagin hin 14. august, giftast eisini í Svínoyar kirkju, Hans Peter Simonsen 37 ár Svínoy, vanliga nevndur Hans Petur í Gulaksstovu, og Anna Joensdatter 35 ár. Forlovarar hjá Hans Petur og Onnu vóru Sigvart Poulsen og Andreas Simonsen, báðir úr Svínoy.

Dansur.
Sunnudagin 18 august, sum er dagurin tá Rasmus forgjørdi sær, er fyrsti sunnudagur eftir brúdleypið hjá Katrinu og Jákupi, og siga vitnini, at brúðarparið hevur eftir gomlum siði boðið teimum ungu í bygdini at dansa. Dansað varð í roykstovuni hjá kongsbóndanum Ole Poulsen Uppi í Húsi (hús 5), har brúdleypið eisini hevði staðið.
Tey ungu hildu sær á gleimi, og Rasmus var í góðum hýri alla tíðina. Hann var líka so fegin sum hini, tó uttan at kenna til. Um leið klokkan 22 endar dansurin, og øll skiljast í sátt og semju.
Stutt eftir hetta kemur Rasmus heim. Innkomin í roykstovuna Úti á Váli (hús 13), har foreldur hansara saman við hinum húsfólkunum eru farin niður, tó uttan at tey vóru sovnað, biður mamma Rasmus hann fáa sær okkurt at eta og greiður honum frá, hvar hon hevði sett matin, so Rasmus kundi finna matin í myrkrinum. Rasmus svarar mammuni, at hann skal fara at fáa sær okkurt. Síðani gongur hann í kamarið, sum liggur uppat roykstovuni, har beiggi hansara Hans Hansen og konan Anna Malena liggja, og fer eftir byrsuni og tí, sum har til hoyrir. Tey spyrja bæði, hvat hann skal gera við byrsu so seint, og hann svarar, at hann onga ónáðir skal gera, og fer síðani út. Tey fara bæði aftan á honum og biðja hann ikki fara nakran veg í myrkrinum; men hann fer tó allíkavæl. Tá Hans var sjúkur og seingjarliggjandi, hann var nýligani afturkomin av hospitalinum, biður Anna Malena verfaðir sín, Hans Hansen eldra, um at fara aftan á Rasmusi.

Pápin leitar eftir Rasmus.
Hin gamli fer út fyri dyr; tað er myrkt, og tekur hann leiðina at húsunum, har tey ungu høvdu dansað, tí hann helt kanska, at Rasmus fór at skjóta eitt skot fyri brúðarparinum, men tá hann kom inn til Óla Poulsen Uppi í Húsi (hús 5), fekk hann at vita, at øll vóru farin hvør til sítt. Hann vendi og tók leiðina heimaftur. Húsini hjá honum lógu nakað burtur frá hinum húsunum, hinumegin Válánna. Men áðrenn hann kom til ánna, hoyrdi hann eitt skot. Tá ljóðið kom frá staðnum, har húsini hjá honum vóru, bleiv hann við at ganga, og eftir lítla løtu fann hann sonin liggjandi deyðan oman fyri húsini hjá Hans Peter Simonsen, sum hevði bygt upp í eystaru enda hjá sær, men har var eingin fluttur inn enn (hús 14). Rasmus lá á tí síðuni sum vendir ímóti fjallinum. Hann gjørdist frá sær sjálvum av tí øðiligu sjón, og hvørki vildi ella tordi at fara inn til sín sjálvs við teimum ræðuligu tíðindunum til húsfólkið, sum øll vóru veik, men vildi hava onkran at koma við sær. Tann fyrsti, hann møtti, var Magnus Olsen, og bað hann Magnus fáa fatur á fleiri fólkum. Skjótt vóru Simon Andreasen, Ole Johannesen og Justinus Jacobsen har. Síðani komu fleiri, og tá fór Hans inn við sorgarboðunum. Mamman hevði hoyrt skotið, men hvat víðari var farið fram, hevði hon hvørki hug ella orku at síggja ella hoyra um.

Líkið verður kanna.
Ole Johannesen var fyrstur eftir pápa Rasmus at koma á staðið. Sjónin, sum vitnini sóu, var ógvuslig. Rasmus meira stóð enn lá. Hann var dottin inn á tekjuna á húsunum, soleiðis at yvirkroppurin lá á tekjuni, meðan føturnar stóðu á jørðini, og byrsan stóð við brókini ímillum beinini á jørðini. Annar tvongurin, tann á høgra fóti, var tikin úr, og Rasmus hevði gjørt eina bukt á hann, soleiðis at annar endin á buktini lá um byrsulásið og hin endan á buktini hevði hann traðkað høgra fót inn í, og soleiðis skotið seg. Hann hevði sett byrsumúlan upp undir høkuna og traðkað byrsulásið niður. Skotið var farið upp gjøgnum høvdið. Stórur partur av andlitinum var burtur. Magnus Olsen greiðir frá, at tá hann nært við høvdið á Rasmussi, datt vinstra eygað niður í hondina á honum! Símun Andreasen segði, at tá hann nam við hendurnar á Rasmussi, vóru tær enn heitar og eitt sindur vátar, sum av vatni, men skitnar av krútið. Krúthornið og høglhornið lógu á vegginum undir liðini á Rasmussi, og ein pungur við perlum lá á jørðini.

Motiv.
Eingin av vitnunum visti um nakra orsøk, motiv, sum kundi lýsa, hví Rasmus hevði tikið seg av døgum. Hann hevði dansað og kvøðið saman við øllum hinum, og hann var ikki drukkin. Bæði foreldrini siga við ein munn, at eingin tvístøða hevði verið í heiminum, og at tey øll høvdu livað í sátt og semju. Rasmus hevði ongantíð og slettis ikki í seinastuni sagt seg verða ónøgdan við nakað, so tað var ein stór gáta fyri tey bæði, hvat var farið fram, sum hevði gjørt hann so keddan av lívinum, at hann mátti taka seg av døgum.
Hetta er tað nærmasta, ið kann komast at hendingunum, við teimum fyriliggjandi keldum.

Endi
Soleiðis greiða vitnini frá um hendingina tá Rasmus beindi fyri sær. Vit kunna staðfesta út frá vitnisfrágreiðingunum at tað var ikki í brúdleypinum hjá Hans Petur í Gulaksstovu og Onnu Joensdatter har hendingi fór fram, men í eftirdansinum hjá Jacob Jacobsen og Cathrine Malene Thomasdatter, sum vóru gift 6 dagar frammanundan. Hans Petur og Anna giftust 4 dagar frammanundan, og tað hevur Rasmus eisini vitað, so tað kann ikki vera komið óvart á hann, tí eftir teimum galdandi reglunum hevur tað eisini verið lýst tríggjar ferðir fyri teimum.
Tað kann eisini tykjast løgið at pápi Rasmus hevur lovað Hans Petur at byggja uppí húsini hjá sær, um tað var rivalurin hjá soninum, tí sum vitnini siga, so vóru húsini liðug, men eingin var fluttur inn. Tó, møguliga er tað júst tí Rasmus valdi at beina fyri sær á húsinum hjá teimum báðum, ein súmbolsk gerð ið neyvan kann misskiljast, men hetta eru bert gitingar. Tað er eisini eitt sindur løgið, at eitt giftarmál er mánadag og eitt mikudag í somu bygd.
Men tað stendur fast, at tá vitnini verða spurd um motiv, so sige eingi seg vita, møguliga tí tey verðuliga einki vita, ella tí tey hava valt at tagt motivið burtur. Møguliga hevur sagnarkvørnin blandað ólukkuligan kærleika uppí søguna, og malið brúdleypið saman við sjálvmorðinum. Tað skerst heldur ikki burtur at ein so skakandi hending krevur eitt dramatiskt motiv, og tí hava fólk tvinna hesi ting saman. Men hetta eru bert gitingar, svar fáa vit neyvan.
Tá Rasmus ferð eftir byrsuni og út, hevur hann heilt vist sett sær fyri at skjóta seg. At binda tveingjuna í byrsulásið er ikki nakað tú finnur uppá eina so sinnisrørda løtu, men tú mást næstan hava gjøgnumhugsað møguleikan. Annars vóru byrsurnar, og serliga pípan so langar, at tú røkkur ikki við hondini at skjóta. Ein forladari sum savnið hevur á goymslu er 145 cm langur og 110 cm fra byrsumúlanum og niður til byrsulásið, og har er eingin møguleiki at røkka sjálvur við hondini.
Men enn er hetta bert gitingar.

Anna og Hans Petur
Eftir fólkateljingini í februar 1850, so tænir Anna Joensdatter hjá kongsbóndanum Jens Johnsen í Heimistovu (hús 11).
Hon skuldi vera ein ófør kvinna, sum hevði tænt hjá Pløyen, amtmanni. Onkur hevur havt hug at spyrja hví hon endaði í Svínoy, men tað fáa vit helst einki svar uppá. Um tey fluttu inn í húsini sum Hans Petur bygdi (hús 14) er óvist, men tey hava helst ikki unnast væl inni har. Tey bygdu seinri onnur hús longur úti á Válinum.
Anna fekk annars daprar dagar. Hon og Hans Petur fingu trý børn. Símun Hans, Isabella og Inger. Símun Hans var illa plágaður av bróstsjúku. Hann giftist við í 1879 við Onnu Sofíu, dóttir Sakaris í Uttarstovu í Hattarvík; hon doyði í barsilsong árið eftir, men dóttirin livdi. Símun doyði nøkur ár eftir konuna. Um Isabellu verður sagt Forstand berøvet. Maðurin Hans Petur gekk burtur saman við Jacob Jacobsen, Jákup á Rókini, (teir báðir sum giftust í somu viku í 1850) og Joen Matras hin 30 juli 1877. Teir vóru farnir suður í Miðhavið at royna. Veðrið var av tí besta, so teir vóru ikki farnir av veðri. Onkur helt, at teir kunna vera farnir av hvali ella stórum kalva, meðan onnur høvdu illgruna til fremmand skip. Aðrenn Hans Petur giftist við Onnu átti hann Petronellu Jacobsen. Hon giftist til Trøllanesar. Viderø sigur at Anna var so fátøk, at hon át kaffigrumsið.

Í óvígda jørð.
Siðurin við at at sjálvmorðsfólk ikki skula gravast í vígda jørð er ein gamal skikkur, onkur granskari siga hann røkka aftur til uml. ár 400 e.kr. Men vit vita at i kirkjusøguni, bæði tí katólsku og tí protestantisku var tað sæð sum ein stór synd at takað sítt egna lív. Gud hevur givið okkum lívi, og tí er tað bara hann ið kann takað tað aftur. Thomas úr Aquino (1225-1274) segði at sjálvmorð var hin stórsta syndin av øllum syndum, tí tann sum drepur seg sjálvan drepur bæði sítt likam og sína sál. Kirkjan hevur annars tulkað tað at beina fyri sær sjálvum sum brot á 5. boð, tú mást ikki sláa ihjel. Hóast sjálvmorð kemur fyri í bíbliuni (1 Sam. 31,4; 2 Sam. 17,23; 1 Kong 16,18,) so verður tað ikki umtalað fordømandi. Tá sjálvmorðið hjá Judas kemur fyri í Nýggja Testamenti (Matt 27,5) so verður sjálvmorðið ikki umtalað sum syndin hjá Judasi, men syndin var, at hann sveik Jesus fyri 30 silvurpengar.
Kirkjan hevur sum áður sagt tulkað sjálvmorð sum eitt brot á 5 boð, og avleiðingin hevur verið at tann deyði ikki kundi vera grivin í vígda jørð. Eftir at hava verið ein siður, bleiv tað knæsett í Donsku lóg í 1683, og stóð til 1866, tá lógin bleiv broytt, og tað kom at standa at øll skuldu jarðast í vígda jørð. Í Norsku lóg frá 1687 hjá Chr. 5, sum møguliga hevur verið galdandi í Føroyum, stendur nakað tað sama sum í donsku lóg. Í sættu bók, Om Misgierninger, 6 Cap. Om Manddrap 21. stendur at; "Den, som sig selv ombringer, have sin Hovedlod forbrut til sit Herskab, og maa ej begravis enten i Kirken, eller paa Kirkegaard, med mindre hand giør det i Sygdom og Raseri."
Viderø sigur í bókini Saga Norðuroyar, at Rasmus var grivin í nánd av kirkjugarðinum, og at hann var grivin í suður og norður, ikki í eystur og vestur eins og hini sum lógu soleiðis, at tey fóru at síggja Jesus koma aftur í eystri. Men Ólavur á Geilini, sum átti jørðina omanfyri kirkjugarðin vildi ikki hava hann at liggja á hendan hátt, men læt garðin víðka vestantil niðaneftir, soleiðis at Rasmus kom innum. Tá segði Poul úr Nornastovu; "Svá má vera, at Gud á hinum eina degi letur mangar koma inn um, sum vóru dømdir at vera uttanfyri." og kunnu vit hóskandi lata tað verða síðstu orðini um Rasmus, og sorgarleikin í Svínoy hin 18. august í 1850. 

Heimildir:
Føroya Fiskimannafelag Http:/www.fiskimannafelag.fo/Tidindi_2001
Føroya Landsskjalasavn: Norðoya Sýsla Politiprotokol 1843-1869
Føroya Landsskjalasavn: Kirkjubók fyri Norðoyggjar 1832-1861
Hansen Símun: Havið og vit II. Minniligir dagar. Egið forlag. Klaksvík 1966.
Hansen Símun: Tey byggja land II. Svínoyar sókn. Egið forlag. Klaksvík 1973
Handverkarin Havnar Handverkarafelag 2005 blað nr.17
Madsen Heini: Fólkateljing í Føroyum 1850. Forlagið Skúvanes 1995.
Viderø Kristian Osvald; Saga Norðuroya. Bókagarður, Tórshavn 1994.
Kong Christians Den Femtes Norske Lov 15 april 1687. http://www.hf.uio.no/PNH/chr5web/chr5home.html