– Milliónir av krónum, vitanartung arbeiðspláss og føroyskir førleikar fossa av landinum orsakað av politiskum kleyvarskapi
– Milliónir av krónum, vitanartung arbeiðspláss og føroyskir førleikar fossa av landinum orsakað av politiskum kleyvarskapi
Høgni Hoydal
Løgtingsmaður
Skrivligur fyrispurningur
til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum
um støðuna á Elektron, avreiðing av KT-virksemi úr Føroyum, føroyska loysn fyri elektroniska undirskrivt o.a.
1. Hvør er fíggjarliga støðan hjá P/F Elektron, og hvørji eru útlitini fyri inntøkum, virksemi og arbeiðsplássum hjá fyritøkuni komandi árini?
2. Hvussu samsvara støðan og útlitini hjá P/F Elektron við tær upplýsingar og metingar, sum nevndin og leiðslan í fyritøkuni hava upplýst Løgtinginum, Landsstýrinum og almenninginum síðani byrjað varð at flyta alt KT-virksemið hjá peningastovnunum av landinum í 2004 – m.a. tá Løgtingið hevur viðgjørt røð av lógaruppskotum um at steðga flytingini og at taka virksemið heimaftur?
3. Hvussu nógv hevur tað kostað í krónum og oyrum hjá eigarunum av P/F Elektron (Landsstýrinum og peningstovnunum) at flyta alt virksemið av landinum?
4. Hvussu nógv hevur tað kostað og fer at kosta landskassanum at gera nýggjar/broyttar KT-loysnir, ið kunnu samskifta við tær útfluttu skipanirnar hjá peningastovnunum?
5. Hvussu nógvir peningur verður nýttur árliga í rakstrarútreiðslum og íløgum hjá føroysku peningastovnunum til at gjalda til ta fyritøkuna/fyritøkurnar, sum virksemið er flutt til uttanlands?
6. Hvussu trygga fyri føroyskar brúkarar metir landsstýrið, at útflutta skipanin við persónsupplýsingum hjá øllum føroyingum er – og hvat ger landsstýrið fyri at kunna standa til svars mótvegis føroyskum brúkarum um, at trygdin er í lagi?
7. Hvussu nógv arbeiðspláss eru mist í sambandi við KT-virksemið hjá P/F Elektron, síðani bankarnir byrjaðu at flyta virksemið av landinum?
8. Hevur P/F Elektron – ella annar føroyskur veitari – møguleika at gera eina skipan við elektroniskari undirskrivt í Føroyum – og er nakað gjørt á hesum øki?
9. Hví boða peningastovnar frá, at ætlanin er at nýta ta donsku skipanina NEM-ID – og hvat hevur Landsstýrið gjørt og ætlar at gera í hesum sambandi?
10. Hvat hevur Landsstýrið gjørt sum politiskur myndugleiki og sum partaeigari í P/F Elektron til tess at tryggja føroyskar førleikar, trygd, arbeiðspláss og ávirkan á hesar grundleggjandi KT-tænastur og nýtsluna av persónsupplýsingum hjá øllum føroyingum?
11. Hvat hevur Landsstýrið gjørt, síðani seinasta uppskotið hjá Tjóðveldi á løgtingi um at fáa føroyskar skipanir at virka aftur, varð felt – men har meirilutin í rættarnevnd Løgtingsins í sínum áliti kravdi eina eftirmeting av, um tað var rætt at flyta skipanirnar av landinum?
Viðmerkingar:
Nú er komið alment fram, at P/F Elektron hevur stórar fíggjarligar trupulleikar, og aftur verða fólk uppsøgd.
Ikki minni enn 5 ferðir síðani 2004 hevur meirilutin á løgtingi felt uppskot frá Tjóðveldi um at steðga flytingini av KT-virkseminum hjá peningastovnunum og peningaviðurskiftunum hjá øllum føroyingum.
Men nú áttu øll at sæð, hvørjar ovurstórar avleiðingarnar eru av, at peningastovnarnir sluppu at flyta sínar skipanir til eitt felag uttanlands – nevnt Skandinavisk Data Central (SDC).
Allar tær ávaringar og metingar, ið hava verið førdar fram frá uppskotssetaranum tær mongu ferðirnar, ið uppskot hevur verið lagt fram um at steðga útflytingini, hava víst seg at verið rættar.
Meðan uppáhaldini hjá peningastovnunum og tey lyfti og tær grundgevingar, ið teir hava ført framalment og mótvegis Løgtinginum, hava als ikki hildið ella havt nakran haldgóðan botn:
– Tænastan er versnað fyri føroyska brúkaran.
– Gjøld eru hækkað – sum verða brúkt til at fíggja eina avoldaða og dýra skipan í Danmark, sum vit onga ávirkan hava á.
– Arbeiðspláss og vitan, verða flutt av landinum og mist.
– Elektron, ið var eitt fyridømi um samstarv og smidligar og skilagóðar skipanir millum tað almenna og tað privata, verður nú niðurlaðað Hetta hóast peningastovnarnir hildu uppá, at hetta fór ikki at henda, men at hinvegin fóru nýggja arbeiðspláss at koma í Føroyum orsakað av útflytingini.
– Landið noyðist nú at brúka stórar upphæddir til tess at gera nýggjar skipanir, ið kunnu samskifta við avoldaðu donsku skipanini til tess at krevja inn skatt og gjøld.
– Peningastovnarnir hava brúkt og brúka ovurstórar upphæddir – ið brúkarin í Føroyum skal gjalda – til tess at fíggja eina skipan uttanlands, ið kundi virka munandi betur í Føroyum.
Og nógv dømi er um, at trygdin og tænastan til føroyskar borgarar og fyritøkur, ikki hevur verið í lagi – og ongin fær gjørt nakað við tað í Føroyum, tá fólk koma í trupulleikar.
Tær upphæddir, ið nú verða nýttar og kravdar inn frá føroyska brúkaranum til tess at gjalda fyri at útflyta vitan, førleikar, virksemi og arbeiðspláss úr Føroyum, kunnu uttan iva fíggja haldgóðar og mennandi skipanir í Føroyum – serliga tá bæði tað almenna og tað privata kunnu ganga saman um at gera felags íløgur og felags skipanir. Júst sum gjørt varð, tá Elektron varð bygt upp.
Nú er eisini komið fram alment, at ein skipan við elektroniskari undirskrivt, eisini skal vera ein loysn og ein skipan í Danmark.
Talan er um eitt grundleggjandi infrakervi, sum verður flutt av landinum, ið frameftir hevur eins stóran týdning fyri samfelagsmenningina sum vegir, brýr, tunlar, sjóvegis og loftvegis samband,. Og at talan er um eitt sera virðismikið og týdningarmikið tilfeingi, ið – uttan at nakar borgari er eftirspurdur, sum er tvungin at nýta føroyskar peningastovnar – verður flutt úr føroyska samfelagnum, har føroysk vinna ikki fær møguleika at kappast um at gagnnnýta tað og førleikamenna seg.
Seinast uppskot hjá Tjóðveldi um at fáa skipanirnar til Føroya varð viðgjørt á tingi (á vári 2014), skrivaði meirilutin í rættarnevnd Løgtingsins, at tey tóku ikki undir við uppskotinum, men kravdu kortini eina eftirmeting frá Landsstýrinum, um tað var rætt at loyva skipanunum av landinum.
Til tess at varpa ljós á avleiðingarnar av tí, sum fer fram og at gera politisk átøk til tess at rætta gongdina, verður fyrispurningurin settur.
Á løgtingi 25. mars 2014
Høgni Hoydal




