Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat hevur kommunan gjørt fyri at selja Klaksvíkar Havn

John William Joensen

Spyr Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, ið sum borgarstjóri var við til at gera íløguna í góðshavnini í Ánunum.

– Útbyggingin sum er farin fram í Ánunum er góð og kemur uttan iva at tæna samfelagnum, alt eftir hvussu arbeiði við at selja havnina verður gjørt.

– Eg var í míni tíð við til at seta menningarstjóra í starv og ætlanin hevur verið baði at fingið ferðafólkaskip og onnur skipa at leggja leiðina hendanvegin.
– Men tað hevur tíanverri ikki verið gjørt nakað áhaldandi, kompitent arbeiði fyri at fáa hetta framt.

– Spurningurin er um býráðsleiðslan, nú baði borgarstjóri og varaborgarstjóri finnast at Faroe Ship – hava lagt nóg nógva áherðslu á at fáa hesa áhugaverdu íløgu at gerast tann forættning sum hon eigur at vera.