Býráðslimurin í Havn, Høgni Mikkelsen, ger seg í lesarabrøvum í fjølmiðlinum síðstu dagarnar til moralskan yvirdómara við at skýra borgarstjóran í Havn ómoralskan.
Høgni Mikkelsen skal fáa eina sakliga frágreiðing frá borgarstjóranum, men fyribils fari eg at vísa á, at lesarabræv hansara reisir spurningin, um hvat tað er, sum kvalifiserar Høgna Mikkelsen at vera moralskur yvirdómari.
Er tað kanska hansara máti og moralur, sum hann slapp sær burturúr uppá, viðvíkjandi byggigølu síni við Løgmannabreyt? Er tað fríøki, hann skuldi havt gjørt í samband við sínar byggiverkætlanir, sum enn liggja órørd? Ella er tað hansara máti at ríka seg upp við bygging á almenna jørð?
Eftir sum tú tosar um flokksmoral, so trúgvi eg ikki, at sambandsflokkurin ella sambandsfólk taka undir við tær í hesum, so eg haldi, at tú skuldi tagt.
Hetta vóru bert nøkur fá dømi um, hví eg meti hetta lesarabræv líka so fjákut sum so nógv annað, ið Høgni Mikkelsen borðreiðir við. Meira seinni, um neyðugt.
Heðin Mortensen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu




