Í samband við politiska arbeiði at smíðja nýggja fiskivinnuskipan, tykist politisk semja verða millum flokkarnar um setningin ”burðardygg veiða”. Men eingin tosar um vinnuligu og samfelagsligu avleiðingarnar av hesum setninginum.
Í samband við politiska arbeiði at smíðja nýggja fiskivinnuskipan, tykist politisk semja verða millum flokkarnar um setningin ”burðardygg veiða”. Men eingin tosar um vinnuligu og samfelagsligu avleiðingarnar av hesum setninginum.
Í nýskipanaruppskotinum hjá samgonguni er ætlanin at landstýrismaðurin skal áseta mest loyvdu veiðuna sjálvur. Í dag er tað løgtingið, sum ásetur tal av fiskidøgum. Eisini verður sagt at ætlanin er at fylgja tilmælunum frá fiskifrøðingunum, men samstundis verður víst til eina umsitingarliga ætlan, sum skal rætta skeivleikar í verandi skipan.
Men skulu tilráðingarnar frá fiskifrøðini fylgjast, so merkir tað í stuttum at samlaða veiðan hjá heimaflotanum skal minkast niður í eina helvt. Hetta hevur frøðin mælt til seinastu mongu árini.
Líkamikið um hetta verður gjørt líðandi, ella beinan vegin, verður talan um eina ógvusliga tillaging har verðandi aktørar koma at missa sera nógv.
Í okkara grannalondum verður mist veiðirættindi endurgoldin partvíst av ES. Men hetta hevur ikki verið gjørt í Føroym har løgtingið uttan nakað endurgjald hevur ferð eftir ferð hevur tikið fiskirættindi frá vinnuni.
Hesin álvarsspurningur er als ikki viðgjørdur alment, og tikist politiska skipanin ikki verða sera huga at viðganga at ætlanin er at fremja stór inntriv í rættindi hjá verandi aktørum.
Øll skullu sleppa at bjóða – men eingin skal missa?
Politikarar við landsstýrismanninum á odda mæla sum hundur um heitan greyt, tá tosið fellur inn á avleiðingarnar av ætlaðu nýskipanini.
Men fyri okkum deyðiligu er eingin ivi um at verandi aktørar í fiskivinnuni, standa til at missa rættindi – og við vanligum viti og skilið kann mann staðfesta at verandi aktørar í fiskivinnuni koma at missa nógv.
Tí eigur politiska skipanin ikki at sleppa undan at svara spurningum um hvørjar avleiðingar nýggja skipanin fær fyri vinnuna.
At politikarar sleppa undan við at siga at teir ”ætlað” ikki at taka frá nøkrum er ikki haldbart.
Tað er eisini átaluvert at løgtingslimir, sum hava avgerandi orðið í hesum málinum, halda seg til politiskar flosklar og bert vilja skifta orð um yvirornaðar málsetningar – tá veruleikin av førda politikkinum fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri tey sum starvast á dekkinum ella á fiskavirkjum.




