Sigur formaðurin í Fíggjarnevndini satt um býtið á íløguøkinum í fíggjarlógini fyri 2009, eigur onkur afturat í útvarpinum at fáa hoyringarskriv um uppsøgn.
Í august mánaði 2007 var danski sjónvarpsmaðurin Jeppe Nybroe í DR 1 settur undir sjóneyku fyri at hava borið skeiv tíðindi úr Irak.
Rongu tíðindini vóru, at hann lat tað á myndini síggja út, sum um hann fylgdi eini konvoj við seinastu donsku herðmonnunum út úr leguni í Irak, meðan myndirnar vístu donsku herðmenninar á veg inn í Irak. Myndirnar vóru fingnar til vega úr goymsluni hjá sjónvarpsstøðini.
Hetta var eitt so mikið stórt brot á góðan fjølmiðlasið, at fyrst var hesin populerið sjónvarpsverturin tikin av skránni, fyri síðani seinni at verða sendur til hús og uppsagdur.
Í fleiri tíðindasendingum seinastu viku í Útvarpi Føroya fingu vit tíðindi borin í hvørt heim í Føroyum, at á fíggjarlógini fyri 2009 vórðu so gott sum allar íløgur framdar í Norðoyggjum og í Eysturoynni, tí fíggjarnevndin var samansett av limum úr Eysturoy og Norðoyggjum.
Spurningurin er nú, var hetta rein manipulatión ella sannleikin?
Síst í seinastu viku, slapp formaðurin í Fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg framat útvarpinum og greiddi Føroya fólki frá, at á fíggjarlógini 2009 verða 30 mió. krónur nýttar til íløgur í Norðoyggjum, 33 mió. krónur í Eysturoy, 30 mió. krónur í Suðuroy og 100 mió. krónur í Tórshavn. Eisini verður flogvøllur í Vágum útbygdur.
Eftir situr Føroya fólk spyrjandi: Er tað satt sum fíggjarnevndarformaðurin sigur, ella hevði public servicestovnurin Útvarp Føroya rætt í sínum tíðindaflutningi.
Sigur Útvarpið ósatt, so eigur leiðslan at rudda upp í stovninum. Sigur fíggjarnevndarformaðurin ósatt, so hevur Føroya land og Føroya fólk ein stóran trupulleika og ikki minst okkara politiska system.




