Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat so um “Pál” sigur nei?

Oliver Joensen

Grind og grindabýtið hevur verið eitt sera sosialt føroyskt fyribrigdi. Enn hittast vit á ávísum støðum, tá seðlarnir koma út. Hava vit áhuga fyri eitt sindur meira av grind enn heimapartarnir, so kunnu vit halda okkum framat tá grindin verður dripin og fáa drápspart.

Í Klaksvík hevur drápsparturin ofta verið munin tryggari enn heimaparturin, tí tað gerst alsamt sjáldnari at býtt verður í heimapartar.

Sum myndirnar niðanfyri vísa, so eru fólk sera áhugaði í at fáa part í grindini, so tað eru minni enn so øll í leggja so nógv í fraboðanir um vandan við at eta grind. Er tað kanska eisini tíð, at tað er so nógv annað, vit eta, sum vit kunnu seta spurnartekin við, ímeðan tvøstið hevur verið einfaldari hjá vísindini at vísa vansarnar við?

Sýslumaðurin vísir her á síðuni á sínar trupulleikar við grindabýtinum og rør kanska framundir, at vit fara yvir til eina skipan, har tað almenna býtir út, tað sum tilkemur okkum í heimapart.

Aðrastaðni eru kommunur farnir undir at yvirtaka grindabýtið, soleiðis at eitt toymi undir kommununum sker grindina upp og borgararnir síðani kunnu møta upp við ílati, at fáa sær sín part.

Nú ágangurin ímóti grind og grindadrápi hevur verið so ógvusligur seinastu árini. Kann ein ikki annað enn hugsa, at tað at leggja grindabýtið undir kommununa, ístaðin fyri sum nú, at borgararnir sjálvir gera hetta arbeiðið, skjótt kann vera endin á at vit føroyingar frameftir fara at kunna njóta hetta okkara guðgivna tilfeingið. – Vit hava góðar tíðir júst nú, bilarnir, ið koyra kring býin gerast alsamt dýrari og samfelagið flýtur í peningi, tíðin sýnist at vera langt burtur, sum Christian Matras yrkti um: “sleiðskast hann hjá monnunum á tanga, ein og ein teir heim til húsa ganga”. Tað sæst valla maður á tanga longur og ikki eru teir nógir, ið loysa bát sín frá landi at vinna sær føðina á sjónum, og tó, vit hava møguleikan. Tilfeingið liggur har, vit kunnu venda aftur um illa vil til, ella bara um vit fáa hug aftur.

Men, um grindabýtið frameftir verður lagt í almennar hendur, Hvat so um “Pál” sigur nei? Uppi varð í tíð herfyri har ein roynd var gjørd ikki at servera grind á almennum stovnum. Kann tað ikki skjótt verða víðkað um grindabýtið og uppskeringin verður løgd undir kommunurnar?

Sýslumaðurin hevur sjálvandi rætt í, at lýtir eru við verandi skipan. Men nógv í verandi skipan hevur stóran týdning fyri sosiala sambandið í samfelagnum, tað haldi eg at myndirnar eisini bera boð um.

Oliver