Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat var endamálið hjá andstøðuni at geva løgmanni eina álitisváttan?

John William Joensen

Teir tríggir andstøðuleiðararnir hava neyvan so líti politiskt tev at teir ikki vistu at uppskotið um misálit sum varð lagt fyri løgtingið í dag ikki hevði nakran politiskan møguleika. Eftir at Norðlýsið hevði ringt tríggjar samtalur vistu vit at samgongan stóð saman og at sannlíkt var at ikki øll í andstøðuni fóru at atkvøða fyri.

Teir tríggir andstøðuleiðararnir hava neyvan so líti politiskt tev at teir ikki vistu at uppskotið um misálit sum varð lagt fyri løgtingið í dag ikki hevði nakran politiskan møguleika. Eftir at Norðlýsið hevði ringt tríggjar samtalur vistu vit at samgongan stóð saman og at sannlíkt var at ikki øll í andstøðuni fóru at atkvøða fyri.

Longu áðrenn politisku framsøgu fólkini hjá samgonguflokkunum høvdu verið á tingsins røðara palli var greitt at ein stórur meiriluti í tinginum stuðlaði løgmanni. Og tað undrar at so hvørt sum dagurin leið og støðan gjørdist greið, so var uppskotið ikki tikið aftur – og grundgevingarnar fyri ikki at taka uppskotið aftur, gjørdust alt meira løgnar sum dagurin leið.

Formaðurin í Tjóðveldi tosaði um fólkaræðið og at tíðin var komin at endurskapa áliti á skipanina – hóast hann uttan iva visti at uppskotið fór at verða felt og at løgtingið tí gav løgmanni eina álitisváttan.

Poul Michelsen tosaði um at nú mátti ein avgerð takast og tingfólk máttu gera upp við seg sjálvan um tey góðtóku tað sum var farið fram ella ikki. Hann tosað um at kunna hyggja fólki í eyguni – samstundis sum hann sum royndur politikari má hava vita við vissu at uppskotið fór at verða felt. 

Aksel V. Jóhannesen segði at tíðin var komin til at tingið gjørdi upp við tunnilsmálið og reinsaði luftina – soleiðis at arbeiðast kundi víðari. Meðan hann var á tingsins røðarapalli bleiv hann spurgdur um hann hevði allan Javnaðarflokkin aftanfyri seg, og hann svaraði at tað fáa vit at síggja tá atkvøtt verður. Alt hetta verður sagt meðan formaðurin í Javnaðarflokkinum er vitandi um at tingið fór at fella uppskotið, og at tað enntá í hansara egna flokki ikki var full semja um uppskotið.

Løgtingið er evsta vald og tí verður tað ógvuliga trupult at koma aftaná og seta kanningar í verk av einum málið sum tingið hevur tikið avgerð um.

Kanska er hetta kjarnin í málinum. Stormurin í vatnglasinum, sum løgmaður tók til.

Hóast stóra øsing og nógva granskan hevur eingin kunna staðfest at nakað er farið fram, sum heimild ikki var givin fyri í løgtinginum. Og hóast Dagur og Vika endurspældi somu ljóðbrot sum hyggjarar hava hoyrt í vikur eyðnast tað ikki at fáa staðfest at Løgmaður hevur sagt ósatt. Tað er eisini merkisvert at tað sum løgmaður segði í eini sinnisstøðu á tingsins røðarapalli – har tingmenn eru sambært lóg eru vardir fyri rættarsókn – júst fyri ikki at leggja bond á fólkaræði og tað talaða orðið, skal í hesum føri verða lýst sum eitt dømi um at løgmaður ber tinginum skeivar upplýsingar. Løgmaður má ikki bera tinginum skeivar upplýsingar er sjálvsagt – men hann er neyvan fyrsti ella seinasti røðari í løgtinginum sum í baksýnið kundi ynskt at havt málborið seg øðrvísi.

Men kanska var einki mál tá komið var til stykkis ella eru teir tríggir andstøðuleiðararnir veruliga politiskt – uttan hønuvit? 

At andstøðuleiðarar einans høvdu triðingin av løgtinginum í rygginum í einum so týðandi málið sum teir í allan dag hava kravt til tingsins viðger – krevur eitt eftirspæl og í minstalagið eina frágreiðing um hví so var!