Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hvat við at fíggja tunnilin í Føroyum?

Frímund Hansen

Føroysku løntakarnir eru í eini tvungnari pensjónsuppsæringarskipan og liggur árliga uppspæringin á uml. 8-900mió. árliga og um heilt fá ár er upphæddin um milliardina og meir árliga

 

Allar hesar pengar geva vit upp í hendurnar á nøkrum heilt fáum persónum at umsita. Astrup plagdi at taka til, tá eginpeningurin krympaði nakað, at “nú er det sku vores penge i leger med”. Tað er akkurat tað vit læta pensjónsfeløgini gera fyri okkum.

Og sum eg havi skilt, so hyldnaðist árið hjá pensjónsfeløgunum serstakliga illa í fjør, og tað er ikki meir enn næst best sum tað í heila tikið hildnast hjá feløgunum sum umsita okkara pensjónir/pengar.

Ístaðin fyri at fara út á alltjóða fíggjarmarknaðirnar, átti landi at gjørt avtalu við tryggingarfeløgini vegna okkum øll um at fíggja tunnilin her heima.

Landi kann tað sama tryggja okkum pensjónsuppspærarum hasi 4-5%ini í avkasti, sum at landi tryggjar einum amerikanskum pensjónskassa ella danska statskassanum hasar pengarnar.

 

Svínoy, 20. Februar 2026

Frímund Hansen

Harleywoodpaint