Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat vilja teir?

Oliver Joensen

Nú sannlíkt er, at vit fáa føroyar sum eitt valdømi, dikterað av bert politiskum áhugamálum, kunnu vit rokna við einum sonnum Klondike í løgtinginum.

Flestu serfrøðingar vísa á, at tað er sera óbúgvið av okkara politikarum, einans av politiskum áhuga at skunda ígjøgnum eina broyting í valskipanini, sum hevur til endamáls at skipa allar Føroyar sum eitt valdømi.
Vit síggja kring um okkum, at veljarar ikki longur eru so flokstrúgvir. Í dag verður meira hugt eftir frá veljarans síðu, hvat einstaki veljarin fær burturúr flokskránni heldur enn hugsjónini, tí skifta veljarar aðrastaðni flokk uttan himpr. Hetta hevur helst eisini eitthvørt at gera við kravið um ferð, opinleika og ikki minst gjøgnumskygni í samfelagnum.
Hesin hugburður kemur óivað eisini til okkara, nú so stutt er blivið ímillum høgra og vinstra í føroyskum og evropeiskum politikki síðani múrurin fall.

Norðoyggjar
ein flokkur
Ein av grundgevingunum fyri at gera føroyar til eitt valdømi var at fáa lokalpolitikkin úr tinginum.
Nú føroyar helst gerast eitt valdømi, kann væntast at valluttøkan blívur væl lægri enn vit higartil hava sæð, helst orsakað av stóra arbeiðinum frá sjálvbodnu fólkunum í lokalfeløgunum, ið meira ella minni verður niðurlagt orsaka av øktum fjarleika til ávirkan, og tí er ikki ósannlíkt at vit fáa at síggja nýggjar flokkar, sum áhugabólkar fara at skipa fyri, og tað fer so líðandi at drepa okkara núverandi politisku skipan.
Kanska er tað tað, uppskotsstillarnir vilja?
Í Norðoyggjum eru vit so heilt vist klárir við einum fiskivinnuflokki, ella Norðoyaflokki, tí tað er einki at ivast í, at tinggáttin verður lág.
Vil Høvuðsstaðarpressan  við Sosialinum og Dimmu á odda væsigna "Føroyar sum eitt valdømi" í tí treysti at tey í Havn sleppa undan veruleikanum at tað er ein verð uttanfyri molan í Havn, so kann væl vera at olja kemur at vænta hjá onkrum.

Blaðstj.

Harleywoodpaint