Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Hví er Bíblian framvegis viðkomandi á okkara døgum?”

Oliver Joensen

Tað er evnið á ungdómsmøtunum, sum vera á páskastevnuni í Siloa og í ítróttarhøllini á Kambsdali.

Stevnan byrjar skírisdag kl. 18 við uppbyggingarmøti í Siloa í Fuglafirði. Siloakórið syngur. Langafríggjadag verður møti somuleiðis kl. 18, og Bárður á Lakjuni syngur. Á ungdómsmøtinum kl. 21 talar Poul Guttesen.

Páskaaftan verður farið í ítróttarhøllina á Kambsdali. Kl. 19 byrjar evangelisk sangløta við Vitanum úr Klaksvík. Eisini syngja Kristina Bærendsen, Durita Mohr Jacobsen og ein duett úr Gøtu. Rógvi Joensen talar. Kl. 21 verður ungdómsmøti, har Símun Absalonsen talar.

Páskadag verður breyðbróting í ítróttarhøllini kl. 11. Osmund Justinussen talar. Samstundis verður sunnudagsskúli á studentaskúlanum. Kl. 16 verður familjumøti. Andrea á Roykheyggi sigur søgu fyri børnunum, Poul Guttesen talar, og Magni Christiansen syngur. Eftir tað møtið verður nátturði til øll, og kl. 18 verður evangeliskt møti. Hallur av Rana, Bogi Simonsen og Jógvan Zachariassen tala, og Siloakórið syngur. Hesin dagurin endar eisini við einum ungdómsmøti, sum byrjar kl. 21. Justinus Eliasen o.o. hava orðið.

Annan páskadag kl. 17 endar stevnan við evangeliskum møti. Oddur Lamhauge, Kristian á Lakjuni og Joen Magnus Rasmussen tala. Kvartettin í Betesda og Sølva Ford luttaka við sangi.