Soleiðis skuldi Marie Antoniette siga, tá ið fólkið í París upp undir fronsku kollveltingina mótmælti og bað um breyð. Hetta er dømi um, hvat hendir, tá ið yvirklassin fullkomiliga missir sambandið við vanliga fólkið.
Soleiðis skuldi Marie Antoniette siga, tá ið fólkið í París upp undir fronsku kollveltingina mótmælti og bað um breyð. Hetta er dømi um, hvat hendir, tá ið yvirklassin fullkomiliga missir sambandið við vanliga fólkið.
Flatskatturin er eisini ein skipaður háttur at býta kakuna.
Hetta er lættin, lønarbólkarnir fingu:
- ársløn 250000 um 100 kr. í skattalætta um mánaðin
- ársløn 300000 um 400 kr. í skattalætta um mánaðin
- ársløn 500000 góðar 3000 kr. í skattalætta um mánaðin
- ársløn 1000000 um 7000 kr. í skattalætta um mánaðin
Sjálvandi er hetta ikki rættvíst, og hetta viðførir ein ógvusliga øktan ójavna!
At skattatrýstið var ov høgt, vóru allir flokkar samdir um undan síðsta vali, men loysnin við flatskattinum var ikki rættvís.
At fíggja skattalættan við at forskatta pensjónirnar var beinleiðis ómoralskt. Við forskattingini blivu allar pensjónir skattaðar flatt við 40%, og tað var ein munandi skattahækking fyri tær lægstu pensjónirnar.
Hesi ár við metstórum náttúrutilfeingi kring okkum, har oljuprísurin er metlágur og rentan eisini í botni, hevur samgongan ikki so frægt sum megnað javnvág á fíggjarlógini, hóast hon hevur tikið 250 milliónir eyka inn í pensjónsskatti. Hon hevur heldur gjørt eitt stórt hol í landskassan.
Javnaðarflokkurin vil lækka um skattin og gera tað liviligari fyri tey við lág- og miðalinntøku, ið ikki merktu nakað til flatskattin. Vit vilja gera nakað fyri tey, ið liva í fátækraváða, so eisini tey kunnu fáa ein bít av kakuni.
Tí flatskatturin gav ikki teimum lágløntu kaku!
Gerið 1. september til ein C-dag!




