Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hví fleiri sendistovur nú Høgni Hoydal ?

John William Joensen

Tað tók seg upp rok, tá sendistovan í Íslandi skuldi setast á stovn.

Sum so mangan hjá løgmanni, so var lítið planlagt, eingin visión og starvsetanin var fleiri mánaðir seinkað. Eitt innanhýsisstríð um Merkið birtist í Føroyum og tað endaði við, at bæði løgmaður og danir bakkaðu og góðtóku eina loysn, har symbolið var mest umráðandi.
Sostatt verður á eini skrivstovu downtown Reykjavík Merkið dagliga vundið á stong, og ímeðan danska ambasadan bert hevur eina flaggstong við Dannebrog, so hevur føroyska sendistovan heilar tvær við Merkinum.
Grundarlagið fyri eini sendistovu í Íslandi, hevur ikki verið størsti trupulleikin. Flestu ásannað, at Føroyar og Ísland hava eitt serligt tilknýti, og tað er grundarlag fyri eini sendistovu.
Høgna’sa barnadreymur?
Nú hevur landsstýrismaðurin Høgni Hoydal sett sær fyri, at hann skal hava tríggjar sendistovur afturat, New York, Moskva og Geneve.
Eg taki fult undir við at menna Føroyar og gera okkum fíggjarliga fræls av olmussuskipanum, so vit einaferð verða sjálvstøðug og kunnu taka fulla ábyrgd av okkara egna landi. Eg taki eisini undir við, at menna vitunargrundarlagið í Føroyum og fáa tann almenna sektorin at virka til fulnar.
Tað sum eg ikki skilji, er hví Høgni endiliga skal hava hesar sendistovur nú? Er tað til frama fyri vinnuna, fyri mentanina, er tað fyri tann einstaka føroyingin, ella er tað bara tí Høgni vil síggja Merkið veittra runt um í heiminum, so hann kann ferðast runt og spæla fullveldi ?
Hevur landsstýrismaðurin yvirhøvur tosað við nakran av teimum, sum hetta eftir øllum at døma skal vera til fyrimuns fyri? Er nakar blivin hoyrdur? Er vinnan blivin spurd? Eru umboð fyri føroyska mentan spurd? Eru Føroya fólk spurd?
Fíggjarligt frælsi og fullveldi fyrst
Vit fáa fullveldi tann dagin meirilutin av Føroya fólki tekur undir við fullveldi. Tað er nógv sum bendir á, at føroyingurin ikki vil hava fullveldið, fyrr enn tjóðin er fíggjarliga sjálvbjargin. Tí haldi eg, at fremsta málið eigur at vera, at menna landið, soleiðis at vit fáa fíggjarligt frælsi.
At opna fleiri sendistovur, uttan nærri kanningar um tørvurin er tilstaðar, er eftir míni fatan ábyrgdarleyst og í stríð við fullveldishugsjónina. Tað nyttar einki, at flúgva heimin runt og spæla fullveldið, aftanfyri eitt vakurt veittrandi Merkið í New York, Moskva ella Geneve, samstundis sum harðbalaðu fríðlittu Atlantshavs oyggjarnar partvíst liva av danskari olmussu. 

Heðin D. Poulsen