Bill Justinussen, løgtingsmaður spyr Kristinu Háfoss, hví ongir serfrøðingar í nýsettu skattanevndini, sum búgva og arbeiða uttanfyri høvuðsstaðarøkið, eru valdir í skattanevndina?
Bill Justinussen, løgtingsmaður spyr Kristinu Háfoss, hví ongir serfrøðingar í nýsettu skattanevndini, sum búgva og arbeiða uttanfyri høvuðsstaðarøkið, eru valdir í skattanevndina?
——-
§52-a fyrispurningur til Kristinu Háfoss
1. Hví eru ongir serfrøðingar í nýsettu skattanevndini, sum búgva og arbeiða uttanfyri høvuðsstaðarøkið, valdir í skattanevndina?
2. Finnast ongir serfrøðingar, egnaðir at sita í skattanevndini, sum búgva og arbeiða uttanfyri høvuðsstaðarøkið?
3. Tá allir nevndarlimirnir búgva og arbeiða í høvuðsstaðarøkinum, er tá ikki vandi fyri, at viðkomandi skattasjónarmið, sum mennast og virðast uttanfyri høvuðsskaðarøkið, vanta í arbeiðnum?
4. Hví eru í tveimum førum fólk við somu akademisku útbúgvingum sett í nevndina?
5. Heldur landsstýriskvinnan, at bert fólk við hægri útbúgvingum eru egnað at sita í nevndini?
6. Hví eru ongi umboð fyri kommunurnar í nevndini?
7. Hví er ongin ungdómsumboðan í nevndini?
8. Hví er onki umboð fyri vinnulívið í nevndini?
9. Hví er onki umboð fyri verkafólkið í nevndini?
10. Hví eru landafrøðislig atlit ikki tikin í valinum av nevndarlimum?
11. Hvat meinast ítøkiliga við, tá sagt verður, at nevndin hevur servitan innanfyri føroyska samfelagið?
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur nú sett skattanevnd at koma við tilmælum um broytingar í skattaskipanini. Tað er hugvekjandi at staðfesta, at allir limirnir í nevndini búgva og arbeiða í høvuðsstaðarøkinum. Ongin úr Norðoyggjum, Eysturoynni, Vágoynni, Sandoynni ella Suðuroynni er mettur egnaður at siga landsstýriskvinnuni, hvussu framtíðar skattapolitikkurin skal síggja út. Sjónarmiðini um, hvussu skattur skal áleggjast, eru sera ymisk í landi okkara. Í økjum, har vinnulívið stendur sterkt, eru nøkur sjónarmið ráðandi, sum sjáldan vinna vegin fram til heitu stólarnar á almennu skrivstovunum í høvuðsstaðnum. Í økjum, har talið av tímaløntum verkafólki lutfalsliga er høgt, eru somuleiðis nøkur sjónarmið ráðandi, sum sjáldan vinna vegin fram til flógvastu stólarnar í almennu umsitingini. Millum tey ungu, sum antin arbeiða ella ganga í miðnám, eru somuleiðis sjónarmið at finna, sum ikki eru serliga væl hoyrd í ovastu leiðslu landsins. Sum heild bendir samansetingin av nevndarlimum á, at fleiri týðandi og viðkomandi sjónarmið á skattaøkinum fara at verða lítið viðgjørd í arbeiði nevndarinnar, meðan onnur sjónarmið fara at verða sera væl og enntá í ov stóran mun umboðað.
Skal arbeiðið í eini skattanevnd hava tyngd, vekt og undirtøku, bæði á Løgtingi og mest av øllum millum fólkið, er neyðugt, at øll viðkomandi sjónarmið verða vigað og viðgjørd á so sakligum og óheftum grundarlagi, sum gjørligt.
Bill Justinussen




