Eftir at formaðurin í Maskinmeistarafelagnum er komin í allar fjølmiðlarnar við grovari ákæru, ímóti millum annað mær, so vil eg loyva mær at gera hesar viðmerkingar.
Eftir at formaðurin í Maskinmeistarafelagnum er komin í allar fjølmiðlarnar við grovari ákæru, ímóti millum annað mær, so vil eg loyva mær at gera hesar viðmerkingar.
Nú tá vit keyptu nýtt skip, fingu vit at vita hvat motorstøddin á skipinum er, og tað er ein pláta umborð, ið sigur hvat motorstøddin er, og tað finnast eisini samsvarandi pappírir uppá motorstøddina. Og eftir tí, eru vinnubrøvini eisini í samsvar við krøvini.
Og eftir sum vinnubrøvini eru donsk, so leggi eg hetta við.
| Duelighedsprøve i motorpasning | Duelighedsbevis i motorpasning | Ubegræn-set | Fiskeskibe over 15 meter (PP) og fiskeskibe med et dimensionstal på 100 og derover samt maskineri på 100 kW og derover men under 750 kW. | SFS Bekg. nr 473 af 29. maj 2006 §40 | Særlig uddannel-sesplan |
Hetta er so tað, sum mynstrað verður eftir, og maskinmenninir gingu í skúla í Danmark og fingu vinnubræv, ið svarar til hetta útskrivaða.
Men nú leggur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum okkum undir at hava mynstra ein maskinmann, við ov lítlum pappírum, og so ein við ongum pappírum. Men hetta er ikki satt, teir hava somu pappírir báðir tveir.
Eg eri kontaktaður av løgregluni um hetta mál, fyri nakað av tíð síðan. Tá stóð tað mær í boði at gjalda eina bót, ella at fara í rættin. Eg havi valt at bíða við at taka eina avgerð, tí eg haldi ikki at hetta er nakað mál, men tað kemur so tíðin at vísa.
Sum sagt so er mynstra eftir tí sannføring, at alt er í ordan. Men nú tá eitt tíðindaskriv kemur frá Maskinmeistarafelagnum, við ákærum um, at ein meistari bara hevur vinnubræv til 449 kw og ikki 750 kw sum hildið hevur verið, og so ein einki vinnubræv hevur, so royndi persónurin, ið varð lagdur undir einki vinnubræv at hava, at ringja til formannin í Maskinmeistarafelagnum. Men í royndini at forklára honum, hvat vinnubræv hann hevði, breyt formaðurin samtaluna av, so har var einki at heinta.
Og nú aftaná havi eg funnið út av, at Sjóvinnustýrið hevur gjørt avtalu við Søfartstyrelsen, at donsk vinnubrøv, ið vera nýtt í Føroyum, skulu vera javnstillað við motorpassara í Føroyum, sum er 449 kw og ikki 750 kw. Teir sum hava eitt føroyskt vinnubræv á 449 kw , og fara til Danmarkar at sigla, fáa loyvi at passa motorar, sum eru 750 kw, tí har eru eingin vinnubrøv. ið eru minni.
Hvat er hent og nær , tað veit eg ikki, men tá hesir fingu síni vinnubrøv, var eingin forðing at brúka tey í Føroyum, men ein avtala er nokk gjørd seinni.
Tað sum er heilt ótrúligt er, at føroyingar sum hava føroyskt vinnubræv, og fara til Danmarkar at sigla, kunnu passa størri motorar enn í Føroyum. Og føroyingar, sum hava danskt vinnubræv, og koma til Føroyar at sigla, fáa ikki loyvi at passa somu stødd av motori, sum í Danmark.
Haldi meg hava hoyrt eftirlýsingar um, hvat gerast skal fyri, at fólk flyta heim aftur. Hatta er so ikki uppskriftin, fyrsta treytin er, at tey vera líka stilla við fólk, ið arbeiða í okkara grannalondum.
Sum eg skilji tað, so stuðlar Maskinmeistarafelagið hesa avgerð, tað man vera eitt eindømi í heiminum, at eitt fakfelag arbeiðir fyri at limir teirra verða verri stillaðir í egnum landi.
Hetta er melda av Maskinmeistarafelagnum. Tað hevði nokk verið uppá sitt pláss, at teir tóku kontakt, áðrenn melda varð. Men so var ikki.
Fyri mær at síggja, so vil Maskinmeistarafelagið heldur skapa trupuleikar fyri limir sínar, heldur enn loysnir.
Vónandi lesur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum hetta, tí yvir telefon ber so ikki til at bera honum boð, har verður hornið stutt sagt, knalla á!
Líggjas Johannesen
Skipari á M/S Klakkur




