Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hví merkja føroyingar so líti til lækkingina í oljuprísunum?

John William Joensen

og hví hava føroysku oljufeløgin fullkomiliga eins prísir, spyr Kári P. Højgaard, landsstýrismannin í vinnumálum.

Munnligur fyrispurningur til Jóhan Dahl, landstýrismann í vinnumálum

• Spurningur: Oljuprísurin er seinastu vikurnar fallin til undir 50 dollarar fyri tunnuna ella umleið ein triðing av kostnaðinum, tá hesin var í hæddini. Hvussu kann tað bera til, at vit ikki í størri mun merkja lækkingina í útsøluprísunum ?
• Kann landstýrismaðurin greina, hvussu tað ber til, at tvey oljufeløg sum eru kappingarneytar kunnu hava fullkomuliga eins bensin/diesel útsøluprísir ?

Viðmerkingar: Tá oljuprísirnir hækka á heimsmarknaðinum, rakar tað vanliga skjótt í Føroyum. Hinvegin tykist tað mangan taka longri tíð, áðrenn vit veruliga merkja príslækkingarnar í Føroyum, mótvegis grannalondunum.
Almenna avgjaldið á brenniolju til privata kundan er lágt, um vit samanbera okkum við Norðurlond. Vit hava einans tvey oljufeløg, sum nøkta allan tann føroyska marknaðin og ikki kann sigast, at nøkur verulig kapping er um privata kundan.
Um koyrt verður í Danmark leggur ein skjótt til merkis, at flestu bensinstøðirnar hava ymiskar prísir, heilt upp til eina krónu/liturin, hesir kunnu skifta meir enn einafer sama dag.
Tað hoyrir til undantøkini, um bæði oljufeløgini ikki í somu løtu broyta prísásetingina. Tí kann ein av røttum spyrja, um tað er tann reina tilvild, at prísurin er júst tann sami fyri liturin í útsølu hjá báðum oljufeløgunum.

Kári P. Højgaard løgtingsmaður