Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hví ressast nú ?

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Býráðslimur

Eg taki fult og heilt undir við teimum, sum mótmæla ætlanunum hjá Bank Nordik um at flyta kassaavgreiðsluna úr Klaksvík. Sjálvandi skal Bank Nordik hava eina kassaavgreiðslu her.

Eg taki fult og heilt undir við teimum, sum mótmæla ætlanunum hjá Bank Nordik um at flyta kassaavgreiðsluna úr Klaksvík. Sjálvandi skal Bank Nordik hava eina kassaavgreiðslu her.


Men tá tað er sagt, so undrar tað meg stórliga, hvar allar hesar atfinningarsomu røddirnar vóru, tá Bakkafrost kunngjørdi, at teir nú fóru at lukka alt virksemi á Kryvjing í Klaksvík niður . Her er talan um umleið 40 arbeiðspláss, sum verða flutt úr býnum. Var tað torført at síggja álvaran í at 40 arbeiðpláss fluttu úr býnum ? Eg hoyrdi skelkandi fá mótmæli móti hesi ætlan tá og heldur ikki seinni. Má siga at eg undrist. Eftir míni metan er tað nógv meir álvarsamt, at 40 arbeiðspláss fara úr býnum, enn at ein kassaavgreiðsla letur aftur. Bæði vera gjørd fyri at effektivisera. Hví ressast fólk nú, men harafturímóti søgdu lítið og onki, tá tað bleiv kunngjørt, at umleið 40 arbeiðspláss skuldu úr býnum ? .


Eg ynski als ikki at verja Bank Nordik, men eg meti málið viðv. 40 mistum arbeiðsplássum í Klaksvík hjá Bakkafrost, nógv meira álvarsamt. Harafturímóti hevur BankNordik samb. John Rajani ætlanir um at gera íløgur í býin og tað fegnist eg sum býráðslimur um. Eg vóni at henda satsingin hjá Bank Nordik í Klaksvík fer at geva fleiri arbeiðspláss. Bankin skal vera hjartaliga vælkomin at byggja út sítt virksemi her norðuri.


Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,

Býráðslimur