Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hví sigi eg ja, tá eg meini nei?…

Tíðindaskriv

Almennur fyrilestur í Húsmødrafelagshúsinum í Klaksvík, Bøgøta 3, hóskvøldið 5.novembur kl 20!!

Hvussu kunnu onnur lurta eftir mær, tá eg sjálv/ur ikki lurti?

Hví sigi eg ja, tá eg meini nei?…

Hvar eru okkara mørk og hví?

Hvat hendir, tá mørkini ikki verda vird!!

Almennur fyrilestur vid Bjørg Mortensen, psykoterapeuti.

í Húsmødrahúsinum, Bøgøta 3, í Klaksvík, tann 5.novembur kl 20.00.

Hetta er næsti fyrilestur, id Bjørg kemur at hava í Sandavági innan stutta tíd. Fyrri fyrilesturin var um loyndarmál í familjum. Har kom Bjørg inn á, hvussu tad ávirkar familjuna at hava loyndarmál sum t.d. alkoholismu, kynsligt misbrúk, sálarsjúku ella annad, id er trupult at tosa um og bidja um hjálp til.

Bjørg hevur sjálv upplivad at liva vid tungum loyndarmálum, bædi sum barn og sum vaksin. Tó megnadi hon at fara í vidgerd, og í dag arbeidir hon sum psykoterapeutur.

Seinni fyrilesturin kemur at snúgva seg um okkum sum menniskju, og hvussu vit øll hava okkara mørk fyri, hvat vit eru trygg vid og ikki. Tad er sera ymiskt, hvar mørkini hjá menniskjum eru, eisini hvat vit finna okkum í og ikki, og Bjørg fer at greida frá, hvussu mørkini hava stóra ávirka á, hvussu vit liva okkara lív og hvørjum vit dragast at og stoytast frá.

Mørkini eru nógv merkt av okkara uppaling, og tey vaksnu, id eru um okkum sum børn, hava stóra ávirkan á, hvørji val vit koma at gera seinni í lívinum.

Hvussu kunnu mørkini styrkjast og hvør hjálp er at heinta??

Sera forvitnisligt evni, id er vidkomandi fyri øll, bædi foreldur og onnur, id hava ábyrgd av børnum og ungum, og annars fyri øll, id ynskja at skilja seg sjálvi og onnur betur!!

Kostnadurin fyri fyrilesturin er 150 kr.

Stedgur verdur, har møguleiki er at keypa kaffi, te og køkur.

Tilmelding á uppliva@gmail.com í seinasta lagi mikudagin 5.novembur kl 20!!