Vit hava sett Elsebeth og Jákupi Vestergaard fýra spurningar. Í dag hava vit fingið svar.
Vit eygleiðarar hildu, at tit bæði ofraðu ov nógv fyri samgonguna, tá tit lótu tykkum loysa úr landsstýrissessunum. Hvør var orsøkin úr tykkara sjónarhornum?
Høvdu vit ikki tikið sætið aftur í løgtinginum so reyk samgongan –
Vit vistu, at Fólkaflokkurin ikki hevði hildið fram í samgonguni við tí tingmanning, sum tá myndaði flokkin, og tí kundu vit akkurát tað sama fara úr landsstýrinum beinanvegin og taka sæti í løgtinginum, siga tey bæði, Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur, sum á jólum sóu seg noydd at sleppa sínum landsstýrissessum fyri at bjarga núverandi borgarligu samgongu.
Tað breyt í bæði borð hjá samgonguni um jóltíðir tá ið tað gjørdist greitt, at Annika Olsen, sum tá sat á løgtinginum fyri Fólkaflokkin, fór at atkvøða saman við Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum fyri anstøðuuppskotinum um “sammøður”, ímóti avtaluni í samgonguni, hon annars var partur av.
Við seinasta løgtingsval fekk Annika Olsen annars ikki nóg nógvar atkvøður til at verða vald i løgtingið, og tá Fólkaflokkurin fór í samgongu, og trý av valdu tingfólkunum floksins fóru í landsstýrið, fekk Annika sess í løgtinginum, sum eitt av varafólkunum hjá Fólkaflokkinum.
Hennara løgtingssessur var til “láns” frá landsstýrisfólkunum hjá fólkaflokkinum, og tá hon so valdi ikki at atkvøða samsvarandi samgonguavtaluni, valdu Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur at siga seg frá sum landsstýrisfólk fyri á tann hátt at bjarga borgarligu samgonguni.
Nú er ein tíð fráliðin síðan tú/tit fóru úr landsstýrinum – hvussu síggja tit støðuna nú?
Vit kunnu tíbetur staðfesta, at vit enn hava eina borgarliga samgongu. Tað sær eisini út til, at samgonguni verður lív lagað, hóast hon ikki hevur meiriluta í Løgtinginum.
Um vit ikki fóru úr landsstýrinum áðrenn jól, so bleiv samgonguslit. Lat tað verða sligið fast við sjeytummaseymi, men hetta er ongantíð komið nóg greitt fram í fjølmiðlunum. Tíðindaflutningurin hevur verið rættiliga einstáttaður.
Samgongan hevði slitnað og januar mánaði hevði ivaleyst farið við valstríði og møguligt stjórnarskiftið hevði staðið fyri framman. Vit høvdu nógvar góðar ætlanir fyri føroyska samfelagið og vildu ikki lata landið í hendurnar á einum sosialistiskum stýri við tí avleiðingum, sum tað hevur.
So tað vóru fleiri orsøkir til, at vit fóru úr landsstýrinum í løgtingi.
Fyri okkum hevði tað stóran týdning at halda saman uppá tann partin av flokkinum, tingfólkunum og veljarunum, sum hava somu grundvirðir, sum vit.
Vit vitstu, at Fólkaflokkurin, sum støðan var, ikki hevði hildið áfram í samgonguni, við tí tingmanning, sum tá myndaði flokkin.
Tí kundu vit akkurát tað sama fara úr landsstýrinum beinan vegin, av omanfyrinevndu orsøkum, sum at bíða til seinni. Vit høvdu farið úr landsstýrinum undir øll umstøðum, antin sjálvboðin ella aftaná samgonguslit.
Hví ofraði tú/tit landsstýrissessin fyri eitt so lítið mál?
Hvat er eitt lítið mál og hvat er eitt stórt mál. Tað eru ymiskar meiningar um tað, eisini í Fólkaflokkinum.
Fyri onkran var málið um sammóður eitt so mikið stórt mál, at tey ikki kundu halda samgonguskjalið, tað ið eftir var av tíðarskeiðinum hjá hesi samgonguni. Hesi vildu heldur atkvøða saman við andstøðuni. Fremsta málið hjá anstøðuni er at skapa órógv í samgonguni, og tað eydnaðist til fulnar við málinum um sammóður.
Fyri onnur, tey flestu av valdu tingfólkunum, hevði tað stóran týdning, at málið um sammøður ikki var samtykt. Bæði tí at tey ikki taka undir við málinum um sammóður og tí tey vildu halda samgonguskjalið.
At halda avtalur er ein grundleggjandi fyritreyt í øllum lívsins viðurskiftum, bæði privat og alment og sjálvsagt eisini í politikki. Tað ber ikki til at arbeiða saman við fólki, sum ikki halda gjørdar avtalur. Avtalubrot og illoyalitetur er ongantíð eitt lítið mál. Um tað er konservativt at halda gjørdar avtalur, so eru vit konservativ. At halda gjørdar avtalur og vera loyalur móti sínum samstarvspartnarum eru týdningarmikil grundvirðir.
Hvussu er dagligdagurin hjá tær nú Elsebeth samanborið við, tá tú var í landsstýrinum?
Sum sagt, so var tað neyðugt at stíga eitt fet aftur og ofra landsstýrissessin soleiðis at góði borgarligi politikkurin kundi halda áfram.
Eg gleddi meg hvønn dag at fara til arbeiðis í Almannamálaráðnum, hóast tað er strævið at verða í landsstýrinum.
Sum landsstýriskvinna er tú “on” alla tíðina, og tí er daglidagurin nógv broyttur.
Satt at siga, so sakni eg arbeiði í Almannamálaráðnum, men eg dugi væl at leggja slíkt afturum meg, og hugsavnað meg um tað eg geri nú.
Arbeiði í Løgtinginum er eins týdningarmikið, sum arbeiði í landsstýrinum, hóast tað er øðrvísi. Tíðin í landsstýrinum var lærurík og ger meg betur føran fyri at røkja uppgávurnar í Løgtinginum.
Samanumtikið er dagligdagurin øðrvísi, men hóast tað innihaldsríkur og spennandi.
Tað var rætt at fara úr landsstýrinum. Tað hevði ikki verið gott fyri Føroyar, um vit nú høvdu eina vinstravenda samgongu.
Hóast innanhýsis ósemjur í fólkaflokkinum, so mugu vit nú hyggja frameftir og finna stevið aftur og seta fokus á góða borgarliga politikkin, sum flokkurin stendur fyri. Vit hava enn sum áður besta politikkin, sum førir Føroyar framá. Takkað verið okkara fiskivinnupolitikki við Jacob Vestergaard á odda, so eru nú fleiri spildurnýggj fiskiskip á veg til Føroyar. Hetta hevði ikki hent undir einum vinstravendum stýri, sum nú roynir allar kunstir fyri at koma til valdið. Tíverri hoyknaðu nøkur undir trýstinum.
Eg kann nú gleðast um tað, sum kom av skafti hesi góðu 2 árini eg sat sum landstýriskvinna í almannamálum saman við fantastiskum starvsfólkum í almannamálaráðnum.
Skálagarður, sum er eitt heildartilboð til borgarar við seinheilaskaða. Miðstøð fyri endur- og viðlíkahaldsvenjing, skal verða klárt eftir ætlan í summar. Bústovn til fólk í aldrinum 18 – 25 ár við menningartarni , Virknishús til fólk við autismu opnaði í summar, ferð sett á at útbyggja Dáan, knøpp ½ milliard settar av til Bústaðir, Nýtt dagtilboð til minnisveik undir 67 ár, Dugni styrkt runt landið, gongd komin á at byggja fleiri heim í Havn, lógin um almannatrygd og tænastu er samtykt.Betri kor til langtíðarsjúk, og betri kor til stjórar í smærri fyritøkum í samband við rætt til dagpening, sum kemur til 3. viðgerð týsdagin.
Eg hevði ymiskt annað á skránni, men orsakað av ósemjuni í samgonguni um uppskotið frá andstøðuni um sammøður, bleiv hetta ikki til nakað við mær sum landstýriskvinnu. Tað harmist eg sjálvandi um, men eg hevði onki val. Eg kann nú bara vóna, at eg fái møguleikan aftur at fullføra mítt arbeiði eftir komandi løgtingsval.



