Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hví summarfuglar í búkin?

Danial Viðoy

Góðan morgun: Øll kenna vit til spenningin í búkinum, tá ið okkurt spennandi er ávegis. Tað kundi veri seg beint áðrenn eina roynd, til arbeiðssamrøðu; ja ella tá ið vit eru forelskað. Men hví ber kroppurin seg soleiðis at?

Góðan morgun: Øll kenna vit til spenningin í búkinum, tá ið okkurt spennandi er ávegis. Tað kundi veri seg beint áðrenn eina roynd, til arbeiðssamrøðu; ja ella tá ið vit eru forelskað. Men hví ber kroppurin seg soleiðis at?

Búkurin er bæði góður og minni góður, tá ið talan er um kenslur. Orsøkin til tess er, at heilin og búkurin/magin allatíðina samskifta við hvørannan.

Nervakyknur í búkinum gera vart við seg

Granskarar kalla búkin fyri ”hin heilan”. Búkurin hevur ábyrgdina av summarfuglunum. Menniskjan hevur í roynd og veru 100 milliónir nervakyknur í tarmunum, ið ávirkast og merkjast tá ið kenslur sum ótti, sjokk, forelskilsi, eydna og kærleiki gera um seg.

Fyrireikingarpláss

Teir tiltiknu summarfuglarnir seta vit í samband við fyrireikingar-skipanina í kroppinum. Tá ið heilin uppfatar okkurt sum møguliga hóttan, og gerst bangin fyri møguliga ikki at yvirliva, fer fyrireikingar-skipanin til arbeiðis. Hetta var serliga ein mekanisma, ið nógv var brúk fyri í gomlum døgum. Hjartarútman og blóðtrýstið hækkar, og andadrátturin verður skjótari. Hormonirnar fara at leika frítt og vit byrja at sveitta, fyri at halda kropshitanum niðri. Blóðið verður flutt frá økjum í kroppinum, ið ikki hava brúk fyri tí; m.a. frá búkinum. Hetta gevur summarfuglar í búkin.

Ein djúpur andadráttur hjálpir

Kroppurin uppførir seg á sama hátt, hvørt tú skal til arbeiðssamrøðu, ella um tú skalt møta gentuni ella dreinginum fyri fyrstu ferð – av óvissum orsøkum kann búkurin ikki finna útav, at tað eru tvey ymisk ting.

Fyrireikingar-skipanin verður vakt, tá ið tú stendur fyri eini trýstari støðu. Um atburðurin hjá búkinum er heldur ógvusligur í mun til støðuna, snýr tað seg um at taka ein djúpan andadrátt, til tess at vissa búkin um, at eingin vandi er á ferð.

Kelda: samvirke.dk