Uttanlandstíðindi: Tað Hvíta Húsið og stjórnarbygningarnir í Washington komu út fyri nøkrum óvæntaðum í gjár. Mest sum allur streymurin fór. Tað elvdi til nakrar avlýsingar og eitt sindur av ótta fyri yvirgangi.

Millum annað vóru tey noydd av avlýsa tann dagliga tíðindafundin í uttanríkisráðnum.
Talskvinnan fyri uttanríkisráðið, Marie Harf, lat seg í fyrsta umfari ávirka av streymloysinum. Hon var heldur ikki ráðaleys, tí hon fann sær lummalyktina á telefonini til tess at lesa víðari úr einum handriti.
Tað eru eingin tekin um yvirgang, sambært tíðindastovuni hjá Reuters.
Streymveitingin til stjórnarráðið á Capitol Hill var bert burtur í eina lítla løtu, áðrenn ravmagnsgerin var settur til.
Sum skilst hevur Hvíta Húsið heitt á SEV um at fáa ein mann yvir um hav til hjálpar, at fáa skil á streymloysinum – hendan síðsta reglan er bara eitt git.