Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvíthúshandilin umbygdur til nú- og framtíðina

Oliver Joensen

 Hvíthús, ið er ein av elstu handlunum í Klaksvík, hevur verið stongdur í eina tíð orsakað av umbygging. Ídag lat handilin so uppaftur.

Vit vóru og vitjaðu. Sigast má, at har eru sera umfatandi og stórar broytingar gjørdar. Øll lonin sum hon er hevur fingið eina hond innan sum uttan. Um handilin sjálvan má sigast, at her eru ídag rættuliga framkomin handilshølir. Ikki minst er úrvalið forvitnisligt, tí tað sýnist sum um handilin hevur lagt seg eftir dygd og prísum.

Tey eru serliga blíð á Hvíthúsi ídag og bjóða kaffi og eitthvørt frískligt. Ídag er opið til kl. 19 og í morgin til 14.00, so ríkiligt høvi er at fara á gátt og upplivað nýggja Hvíthús.