Mánadagin gjørdist ein froskmaður frá JT-Kaving í Klaksvík bilsin, tá hann
arbeiddi við molan á Varpinum, har Sam liggur við ferjuleguna.
Innast í
einum av dekkunum, ið hanga fyri endan av molanum sum “fendarar” hoyrdi hann
hvinið av einum hundahvølpi.Søguna fingu vit frá Eli Viðbjørg, ið átti hvølpin, sum tey kalla Hundurin
Brúni, Minnie.
Eli sigur, at leygardagin bleiv hvølpurin burtur. Mamma til hvølpin hevði
sníkt seg út við hvølpinum leygardagin. Hon kom sjálv aftur til húsa
seinnapartin leygardagin, men við ongum hvølpi.
So var farið at leitað, bæði uppi og niðri. Áheitan um lýsing var send
bløðunum og uppslag varð hongt upp ymsastaðni í býnum. Eisini varð ein
eftirlýsing í útvarpinum leygarkvøldið, men alt til fánýtis.
Tá heldur onki frættist allan sunnudagin, byrjaði húsfólkið at sláa seg til
táls við, at onkur helst hevði koyrt hvølpin yvir ella eitthvørt sovorði.
Men mánadagin ringir ein kavari frá JT-Kaving í Klaksvík og greiðir frá, at
hann hevur funnið hvølpin. Hann stóð innast í einum av gummiringunum á
kaiendanum á Varpinum, har eru trý løg av gummiringum. Froskmaðurin hevði
gjørt eitthvørt arbeiði har í samband við Sam, og tá hevði hann hoyrt eitt
spakt hvin frá hvølpinum.
Hvussu hvølpurin er endaður har, kunnu vit bert gita um, sigur Eli, men
helst er hvølpurin á ein hvønn hátt farin á sjógv og hevur svomið sær til
bildekkini á endanum á Varpinum og er síðani kropin upp har, uttan møguleika
fyri at koma longur upp.
Hvussu leingið hvølpurin hevur staði har veit heldur ongin, men ivaleyst
hevur Sam siglt fleiri túrar uttan at manningin hevur havt møguleika at
varðnast hundin, so um ikki froskmaðurin hevði verið til arbeiðis har
mánamorgunin, so er ivasamt um hvølpurin nakrantíð var funnin.
Frá Eli Viðbjørg skulu vit heilsa og siga, at hvølpurin hevur tað gott og er
sera fittur og róðligur. Hann er nú so stórur, at Eli vil lata hann til
onkran djóravin, so um onkur er, sum vil hava Minnie, so er bara at ringja á
tlf. 457608 ella 250062.




