Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvønn venjara peikar NSÍ leiðslan út?

Jákup Ósá

Jan Dam, Aleksandar Djordjevic og Jógvan Martin Olsen erumillum nøvnini, ið møguliga koma uppá tal hjá NSÍ, tá teir nú skulu setanýggjan venjara.

 

Jan Dam og Aleksandar Djordjevic hava fyrr verið settir ísambandi við NSÍ starvið, meðan Jógvan Martin Olsen nú er uttan starv. Hannboðaði tíðliga í ár frá, at hann fór at taka frí í 2014, men stutt eftir hettafekk hann sekkin í Víkingi. Tað merkti, at hann hevur havt frí stóran part av2013, sum kanska broytir støðuna. Hann vildi ikki gera viðmerkingar til in.fofyrr í vikuni og tað kundi bent á, at hann er opin fyri møguleikanum at venda aftur til NSÍ, har har var venjari í 2002 og 2003.

 

Jan Dam er tað óskrivaða blaðið, sum ikki enn hevur royntseg í bestu deildini, men sum hevur gjørt nógv við venjarastarvið seinnu árini.Bæði í Danmark og hesi seinnu árini hjá HB og í fótbóltsskúlanum í Havn.

 

Aleksandar Djordjevic hevur royndirnar úr bestudeildini.Hann var m.a. venjari hjá KÍ í 2011, tá liðið sum uppflytari endaðinummar 5 í deildini. Hann hevur eisini vant KÍ kvinnurnar, ið hava vunnið FMheitið tey seinnu árini. Velur NSÍ at hyggja eftir venjarum í bestu deildini seinastu árini, ið hava góð ella brúkbar úrslit, so er Djordjevic eitt gott boð.

 

At NSÍ fer at seta ein lokalan venjara tykist lítið sannlíktí løtuni.